Frískúlin Keldan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Frískúlin Keldan
Frískúlin Keldan er vinstri bygningurin í tvíbygninginum hjá Samkomuni Keldan.

Frískúlin Keldan er føroyskur frískúli, sum er óheftur at landinum. Frískúlin virkar undir og er heftur at Samkomuni Kelduni í Skálafirði. Frískúlin tók sínar fyrstu tveir árgangir inn í 2010, ein forskúlaflokk og ein fyrsta flokk. Frískúlin hevur átta flokkar, frá forskúla upp til 7. flokk. Afturat tí hevur skúlin eina frítíðarstovu. Jastrid Høj hevur verið leiðari í skúlanum frá byrjan av, men í skúlaárinum 2021/2022 tók Annika Høj, sum áðrenn var varaskúlastjóri, yvir sum skúlastjóri. Jastrid er í dag varaskúlastjóri í skúlanum.

Skúlin hevur á leið 120 næmingar í átta flokkum, og hevur 20 lærarar og starvsfólk.[1] Skúlin húsast í bygningi við síðuna av bygninginum hjá Samkomuni Kelduni, og eru bygningarnir bygdir saman. Skúlin fylgir lesiætlanini fyri fólkaskúlan, og fær 85% í stuðli frá landsmyndugleikanum, og foreldrini gjalda 15%. Gjaldið hjá foreldrunum fyri hvørt barnið er á leið 600 kr. um mánaðin. [2]

Frískúlin hevur sum endamál í samstarvi við foreldur at veita børnum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Ynskið hjá skúlanum er at veita eitt umhvørvi við íblástri, trivnaði, læring og persónligum vøkstri. Har afturat ynskir skúlin at stuðla foreldrum í at læra, uppala og vegleiða síni børn. Skúlin skal stimbra upp undir at menna tilfongið í hvørjum einstøkum næmingi, soleiðis at teirra lyndið/karakterur og mál í lívinum gera tey til ábyrgdarfull, tiltaksrík og heilskapaði menniskju, sum hava eina jaliga ávirkan á sínar umstøður og samfelagið.

Skúlin skal arbeiða við at menna bíbilskar eginleikar/karakter í næminginum sum t.d. at vera ærligur, arbeiðsamur, ósjálvsøkin, lýðin, úthaldandi, hava næstakærleika  og kenna eina altjóða ábyrgd. Alt hetta fyri at umganga sjálvsøkjandi atburð, øvundsjúku og skeivan kappingaranda.

Skúlin fylgir galdandi reglum fyri fólkaskúlan fyri ein stóran part, men skal altíð arbeiða fram ímóti at ganga frammanfyri í kunnleikastøðinum og undirvísingini.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]