Katrin Dahl Jakobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Katrin Dahl Jakobsen
Katrin Dahl Jakobsen 01.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 20. mai 1951 í/á Tórshavn
Alma mater Q19393172
Starv lærari, politikari
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Dátuheiti
Commons Katrin Dahl Jakobsen

Katrin Elisabeth Dahl Jakobsen[1] (fødd 20. mai 1951 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari (Javnaðarflokkurin). Hon varð útbúgvin sum lærari í 1982. Hon var løgtingslimur umboðandi Suðurstreymoyar valdømi frá 1998 til 2004, og aftur frá 2008 til 2011. Hon var 2. varalimur frá 2004 til 2008. Harumframt var hon býráðslimur í Tórshavnar býráð frá 2005 til 2008.[2]

Katrin var formaður í Løgtingsins vinnunevnd frá 2008 til 2011 og í Løgtingsins mentanarnevnd frá 1998 til 2000.

Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]

  • 2008–2011 forkvinna í Vinnunevndini
  • 2002–2004 limur í Mentanarnevndini
  • 2002–2004 limur í Uttanlandsnevndini
  • 2000–2002 næstforkvinna í Mentanarnevndini
  • 1998–2000 forkvinna í Mentanarnevndini

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=1013 torshavn.fo, Vallistarnir til býráðsvalið
  2. torshavn.fo, side 29 (pdf)