Jomontíðin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lakkaðar leirkrukkur frá um 8000 f.Kr.

Jomontíðin í Japan tók við um 14 000 f.Kr. og vardi til eftir 300 f.Kr. [1][2]. Hetta var ein hin fyrsta og eftir øllum at døma drúgvasta mentanin í japanskari søgu. Tíðarskeiðið eitur Jōmon eftir orðinum, ið merkir snóramynstur, sum prýða fyrstu leirkerini, ið jomonfólkið gjørdi um 7000 f.Kr. Næstan alla hesa longu tíðina livdu fólk í smáum samfeløgum við strondina, við áarósar ella í líðum. Smáttur teirra stóðu hálvar niðri í jørðini og vóru taktar við leyvi og greinum. Fólkið við strendurnar livdi mest av kræklingi, ostru og øðrum skelfiski, og fólkið inni í fjallalendinum veiddi og hentaði nøtir og ber. Sum tíðin gekk, fóru teir at dyrka grønmeti og hirsu, men farið verður ikki at dyrka rís, fyrr enn jomontíðin nærum er komin at enda, og Yayoitíðin tekur við.

Kojiki-fornsøgurnar, ið er savn í trimum bindum av japanskum frumsøgnum og søguligum tilburðum, skrivað við kinverskari skrift, varð liðugt í 712 f.Kr. Har verður sagt frá einum keisara, sum kom av teirri syðstu stóru oynni, Kyushu, og førdi fólk sítt í ein landnyrðing. Keisarin æt Jinmu-tennō ("Halgur krígskeisari"). Hann segði seg vera ættaðan frá sólgudinnuni Amaterasu-ōmikami. Í fimtu øld f.Kr. fekk Yamato-ættin valdið í sunnara parti í Miðhonshu, tætt við núverandi Kyoto. Oddamaðurin hjá Yamato-ættini segði seg vera ættaðan frá Jinmu-tennō, sum hóast ivasom søgulig prógv verður hildin at vera fyrsti keisarin í Japan [3].

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://books.google.co.il/books/about/Ancient_Jomon_of_Japan.html?id=vGnAbTyTynsC&redir_esc=y
  2. http://web-japan.org/trends00/honbun/tj990615.html
  3. http://www.princeton.edu/~achaney/tmve/wiki100k/docs/Emperor_Jimmu.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið