Jarðber
Jarðber ella urtagarðsjarðber (frøðiheiti Fragaria × ananassa) er ber í slektini Fragaria. Eitt jarðber er nógvar smáar fruktir, sum vaksa saman. Jarðber er tí nógvar smáar fruktir, sum sita á trútnaðum blómubotni. Fruktin er nøt. Jarðberjaplantan hevur nógvar sáðberar og nógvar sáðgongir. Seks vikur eftir, at plantan er sáað, fara jarðberini at búnast. Tá ið berini síðan eru búgvin, kanst tú heysta í seks vikur. Best verða berini, tá ið summarið er gott. Eisini er gott, at heystið árið fyri er gott, tí at blómuknapparnir vórðu til árið fyri, tá ið dagarnir aftur fóru at styttast. Besta tíð at planta jarðberjaplantu er á miðjum sumri. Men plantan fruktar ikki fyrr enn árið eftir. Jarðberini í Føroyum skulu vera tíðliga búgvin, tí okkara summar er stutt. Tvey sløg eru vanlig: berini ljósareyð og søt. Tey vaksa skjótari. Ella berini dimmareyð og súrlig og vaksa seinni.
Jarðberjaplantan stendur í fleiri ár. Plantan hevur jarðlegg, sum liggur í moldini, og úr jarðlegginum vaksa røtur. Jarðleggurin breiðir seg nógv. Oman á jørðini vaksa sprotar. Teir liggja fram eftir jørðini, og røtur koma á teir. Síðan slitna petti av legginum frá og verða nýggjar plantur.
Framleiðslulond
[rætta | rætta wikitekst]Pláss | Land | 2006 | 2007 | 2008 | 2009 | 2010 | 2011 |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | USA (80 % í Kalifornia [2]) | 1,090,436 | 1,109,215 | 1,148,350 | 1,270,640 | 1,294,180 | 1,312,960 (28.5 % av framleiðsluni í heiminum) |
2 | Turkaland | 211,127 | 250,316 | 261,078 | 291,996 | 299,940 | 302,416 (6.5 %) |
3 | Spania | 330,485 | 269,139 | 281,240 | 266,772 | 275,355 | 262,730 (5.7 %) |
4 | Egyptaland | 128,349 | 174,414 | 200,254 | 242,776 | 238,432 | 240,284 (5.2 %) |
5 | Meksiko | 191,843 | 176,396 | 207,485 | 233,041 | 226,657 | 228,900 (4.9 %) |
6 | Russland | 227,000 | 230,400 | 180,000 | 185,000 | 165,000 | 184,000 (4 %) |
7 | Japan | 190,700 | 191,400 | 190,700 | 184,700 | 177,500 | 177,300 (3.8 %) |
8 | Suðurkorea | 205,307 | 203,227 | 192,296 | 203,772 | 231,803 | 171,519 (3.7 %) |
9 | Pólland | 193,666 | 174,578 | 200,723 | 198,907 | 153,410 | 166,159 (3.6 %) |
10 | Týskland | 173,230 | 158,658 | 150,854 | 158,563 | 156,911 | 154,418 (3.3 %) |
11 | Italia | 143,315 | 160,558 | 155,583 | 163,044 | 153,875 | 150,000 (3.2 %) |
Heimurin | 3,973,243 | 4,001,721 | 4,136,802 | 4,596,614 | 4,366,889 | 4,594,539 |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Faostat". Faostat.fao.org. 16 January 2013. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 19 June 2012. https://web.archive.org/web/20120619130038/http://faostat.fao.org/site/567/DesktopDefault.aspx?PageID=567#ancor. Heintað 9 March 2013.
- ↑ http://www.grownincalifornia.com/fruit-facts/strawberry-facts.html