Jump to content

Janus Rein

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Janus Rein
er eitt menniskja
Fødd(ur) 29. mai 1974 í/á Tórshavn
Alma mater Københavns Universitet, Copenhagen Business School, Q11986943
Starv aircraft pilot, advokatur, politikari, ship captain, banker
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin, Framsókn
Foreldur móðir Kristianna Rein
Dátuheiti
Commons Janus Rein

Janus Páll Rein (føddur 29. mai 1974 í Tórshavn) er ein føroyskur flogskipari og politikari (FF).

Sum ungur fór hann til sjós. Í 1992 gjørdist hann vinnu- og bjargingarkavari hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og síðan tók hann útbúgving sum skipsførari við 1. virðisløn á Sjómannaskúlanum í Havn í 1997. Hann hevur siglt sum stýrimaður hjá Strandfaraskip Landsins og sum stýrimaður og skipari hjá øðrum reiðaríum, eitt nú hjá A.P. Møller-Mærsk. Eitt skifti starvaðist hann í Suðuroyar Sparikassa, og næm sær merkonom útbúgving í rokniskapi, sum varð lokin í 2002. Í 2000 fór hann at lesa til flogskipari og gjørdist liðugur í 2003, men tók eisini útbúgving sum flogskiparainstruktør. Hann tók í 2005 við starvi sum flogstýrimaður hjá Atlantic Airways og gjørdist í 2009 flogskipari í sama felagið. Hann hevur verið formaður í fakfelagnum Flogskiparafelag Føroya. Meðan hann var í starvi sum flogskipari læs hann løgfrøði við síðuna av og gjørdist BA í løgfrøði í 2011. [1] Janus er sonur Kristionnu Rein, sum var býráðslimur í Havn í fleiri ár og Marius Rein, ið starvaðist í Løgtingsumsitingini í nógv ár.

Í 2011 var Janus við til at stovna tann liberala flokkin Framsókn, og varð eisini valdur á Føroya Løgting hin 29. oktober 2011 fyri Framsókn, hann sat eisini í floksleiðsluni. Men á heysti 2012 gjørdist hann ósamdur við formannin, Poul Michelsen, ið ynskti, at Janus stillaði upp til býráðsvalið í Havn, men tað vildi Janus ikki og endaði við at taka seg úr flokkinum.[2] Hann var so leysgangari eina tíð í Løgtinginum til hann í september 2013 gjørdist limur í Fólkaflokkinum og harvið eisini gjørdist partur av samgonguni.[3]

  1. "Framsokn.fo, Løgtingsvalið 2011. Valevni til løgtingsvalið. Janus Rein". http://www.framsokn.fo/?page_id=628. Heintað 2014-05-28. 
  2. "aktuelt.fo, Janus Rein vildi ikki stilla upp til býráðið, Sosialurin, eftir Bertholdsen, Áki, hin 7. oktober 2012". http://aktuelt.fo/grein/janus_rein_vildi_ikki_stilla_upp_til_byradi. Heintað 2014-05-28. 
  3. "in.fo Janus Rein í Fólkaflokkin, eftir Hvidtfeldt, Jón Brian". http://www.in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=2496&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=a9f7e958b1e9ab0e8fbde94d5651b3d6. Heintað 2014-05-28.