Janus Rasmussen
Janus Rasmussen er ein føroyskur tónleikari og framleiðari búsitandi í Íslandi. Saman við trimum øðrum er hann limur í íslendska tónleikabólkinum Bloodgroup. Hann er eisini limur í Kiasmos saman við íslendska tónleikaranum Ólafur Arnalds og í Byrta saman við Guðrið Hansdóttir.[1]
Janus Rasmussen hevur framleitt tónleik fyri fleiri einstaklingar. Eitt nú Heiðrik á Heygum, Høgna Reistrup og Guðrið Hansdóttir.
Í 2011 framleiddi Janus plátuna hjá Høgna Reistrup Samrøður við framtíðina. Við á útgávuni eru Høgni Lisberg, Knút Háberg Eysturstein, Ísak Sambleben og Janus Kampmann.
Í 2013 framleiddi Janus fleiri útgávur. Millum annað framleiddi hann saman við Ólavi Jákupssyni "Áðrenn vit Hvørva" hjá Høgna Reistrup. Fyrsta staklagið av útgávuni var Vegurin. [2]
Í 2012 heitti Guðrið Hansdóttir á Janus Rasmussen um at framleiða tilfar fyri seg, tá Guðrið búði í Íslandi. Síðani stovnaðu tey elektro popp duo'ina Byrta. Fløga við Byrta kom út í 2013. Janus spælir øll ljóðførini á fløguni og hevur eisini framleitt. Guðrið hevur skrivað sangirnar.[3] Janus hevur givið fleiri fløgur út saman við Bloodgroup. Hann hevur áður verið limur í føroyska tónleikabólkinum Lama Sea.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Planet.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-05. https://web.archive.org/web/20131105085233/http://planet.fo/grein/janus_fra_bloodgroup_eg_hevdi_veri_ftakur_so_leingi. Heintað 2013-11-02.
- ↑ Vegurin á YouTube
- ↑ Kringvarp.fo Kend tónlistafólk stovna elektro-duo