Jump to content

Jan Mayen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jan Mayen
Myndin er av gosfjallinum Beerenberg á Jan Mayen í august 2005.
Myndin er av gosfjallinum Beerenberg á Jan Mayen í august 2005.
Landafrøði
Vídd 377 km²

Umsiting
Land  Noreg
Størsti býur Olonkinbyen

Íbúgvalæra
Fólkatal 35 (2023)

Jan Mayen er ein lítil gosoyggj í Arktis sum hoyrir til Noreg. Hetta er vestasta stað í Noregi. Landaøki er 375 ferkilometrar og havøki og botnurin kring oynna, er umleið 4315 ferkilometrar[1]. Jan Mayen er 560 km norðan fyri Ísland og góðar 1000 kilometrar vestan fyri Noreg. Í stødd er hon nakað sum Streymoyggin. Ein herstøð og ein veðurstøð eru á oynni. Tað er eisini ein flogvøllur á oynni. Oyggin er nærum 55 km long og 15,8 km har hon er breiðast. Strandalinjan er 124 km. Fleiristaðni eru jøklar, stórar ísfløtur, bréir, sum norðmenn kalla tær, tann størsti eitur Sørbreen. 30% av landslagnum á Jan Mayen er skriðjøklar.

20 fólk búleikast á Jan Mayen. Tey arbeiða á veðurstøðini og radarstøðini á oynni. Íbúgvarnir á oynni tosa øll norskt. Olonkinbýur er høvuðsbýur á oynni.

Nógvir sjófuglar eiga í Jan Mayen, til dømis íslandslomvigi og fulkubbi.[2] Ongi trø vaksa yvirhøvur, men 75 ymisk blómandi plantusløg finnast, 62 soppasløg og 180 mosasløg. Allur vøkstur er lágur, so hann kann væl vardur í hvassa vindinum.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Vøkstur á Jan Mayen.

Jan Mayen er av vulkanskum uppruna. Har er svartur sandur og sera brøtt berg. Hægsta fjallið er 2,277 m. høga gosfjallið Beerenberg. Beerenberg er norðasta gosfjall í heiminum. Beerenberg er eisini einasta gosfjallið í Noregi. Hetta fjallið liggur í norðara partinum. Tað er eitt virkið gosfjall, ið nær sum helst kann fara at goysa. Gosfjallið hevur ikki goyst síðani 1985. Beerenberg hevur goyst 6 ferðir síðani fyrsta kenda gosið varð staðfest í 1732.

Jan Mayen er á Norðuratlants­rygginum, sum gongur mitt norður ígjøgnum Atlantshavið. Á hesum ryggi koma tvær jarðarplátur saman, evrasiatiska plátan og amerikanska plátan. Har sum plátur fara sundur, verða rivur í jørðini. Grótbræðing spríkir upp og fyllir rivuna. Hendir hetta á botni, verður ein fjallaryggur bygdur. Soleiðis varð Norðuratlantsryggur til. Onkustaðni kemur tað hægsta á rygginum upp undan sjónum. Soleiðis er Jan Mayen vorðið til. Jan Mayen veksur, tí undirgrundin verður trýst upp.

Oyggin er á 71° stigum norður, á sama stigi sum Finnmark í Noregi. Veðurlagið er pólveðurlag. Miðalhitin er -3 stig. Her eru tvey vøtn, Nordlaguna og Sørlaguna. Meginparturin av oynni er friðað lendi. 

Jan Mayen er nógv minni enn Føroyar. Jan Mayen er nevniliga bara 377 ferkilometrar til støddar, men Føroyar eru 1,399 ferkilometrar.

Jan Mayen sæð úr fylgisveini.

Olja fyri 6000 milliardir kr er at finna í økinum ímillum Ísland og Jan Mayen. Hildið verður, at 10 milliardir tunnur av olju eru í økinum. Noreg eigur sín part av leiðini, men hevur ongar ætlanir um at bora eftir olju við Jan Mayen. Fyri fyrstu ferð hava tó norsku oljumyndugleikarnir í 2014 tikið Jan Mayen við í almennu metingina um landsins komandi oljuleiðir [3]. Tann nýggja metingin er knappar 600 milliónir rúmmetrar størri enn tann seinasta, og 60 prosent av vøkstrinum stava frá landssynningspartinum av Barentshavinum og Jan Mayen-leiðini [4]. Tann vanliga uppfatanin er, at teir norsku oljumyndugleikarnir eru rættiliga varnir, tá teir skulu meta um tilfeingið í norskum øki. At myndugleikarnir nú taka Jan Mayen-økið við í metingina vísir, at serfrøðingarnir hjá myndugleikunum eru komnir til ta niðurstøðu, at grundarlag er fyri at vænta munandi olju og gass haðani. Metingin hjá norsku myndugleikunum er, at 90 milliónir rúmmetrar kunnu fáast úr norska partinum av Jan Mayen-leiðini. Hetta er munandi minni enn fyrr mett, tí onkur meting hevur ljóðað upp á heilar 640 milliónir rúmmetrar ella einar fýra milliardir tunnur av olju [5].

Ísland eigur part av Jan Mayen-leiðini, tann sokallaða Drekaleiðin, men íslendsku myndugleikarnir hava ongantíð kunngjørt, hvussu nógv kolvetni man vera í íslendskum øki. Tann einasta tøka metingin er tann, sum koma frá felagnum Eykon í 2013. Tá metti felagið, at einar seks milliardir tunnur av olju eru í tí íslendska økinum við Jan Mayen. Men eftir eini avtalu frá 1981, skal Noreg hava 25 prosent av oljuni sum íslendingar finna í økinum [6].

Myndarøð

[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5679[deyð leinkja]
  2. https://www.nrk.no/nordland/norges-eneste-aktive-vulkan-1.7050299
  3. http://www.npd.no/no/Tema/Ressursregnskap-og-analyser/Temaartikler/Ressursregnskap/2013/
  4. http://www.aftenbladet.no/energi/Olje-mal-blir-vanskelig-a-na-3368222.html#.UyfQRVFdXv0[deyð leinkja]
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-05-02. https://web.archive.org/web/20140502185923/http://www.tu.no/petroleum/2014/03/03/sa-mye-olje-og-gass-er-det-igjen-pa-norsk-sokkel. Heintað 2014-03-18. 
  6. http://www.dagbladet.no/2014/02/15/nyheter/olje/island/draki/oljeleting/31734897/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið