Jan Mayen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Myndin er av gosfjallinum Beerenberg á Jan Mayen í august 2005

Jan Mayen er ein lítil oyggj í Arktis sum hoyrir til Noreg. Landaøki er 375 ferkilometrar og havøki og botnurin kring oynna, er umleið 4315 ferkilometrar[1].

Oljuvinna[rætta | rætta wikitekst]

Olja fyri 6000 milliardir kr er at finna í økinum ímillum Ísland og Jan Mayen. Hildið verður, at 10 milliardir tunnur av olju eru í økinum. Noreg eigur sín part av leiðini, men hevur ongar ætlanir um at bora eftir olju við Jan Mayen. Fyri fyrstu ferð hava tó norsku oljumyndugleikarnir í 2014 tikið Jan Mayen við í almennu metingina um landsins komandi oljuleiðir [2]. Tann nýggja metingin er knappar 600 milliónir rúmmetrar størri enn tann seinasta, og 60 prosent av vøkstrinum stava frá landssynningspartinum av Barentshavinum og Jan Mayen-leiðini [3]. Tann vanliga uppfatanin er, at teir norsku oljumyndugleikarnir eru rættiliga varnir, tá teir skulu meta um tilfeingið í norskum øki. At myndugleikarnir nú taka Jan Mayen-økið við í metingina vísir, at serfrøðingarnir hjá myndugleikunum eru komnir til ta niðurstøðu, at grundarlag er fyri at vænta munandi olju og gass haðani. Metingin hjá norsku myndugleikunum er, at 90 milliónir rúmmetrar kunnu fáast úr norska partinum av Jan Mayen-leiðini. Hetta er munandi minni enn fyrr mett, tí onkur meting hevur ljóðað upp á heilar 640 milliónir rúmmetrar ella einar fýra milliardir tunnur av olju [4].

Ísland eigur part av Jan Mayen-leiðini, tann sokallaða Drekaleiðin, men íslendsku myndugleikarnir hava ongantíð kunngjørt, hvussu nógv kolvetni man vera í íslendskum øki. Tann einasta tøka metingin er tann, sum koma frá felagnum Eykon í 2013. Tá metti felagið, at einar seks milliardir tunnur av olju eru í tí íslendska økinum við Jan Mayen. Men eftir eini avtalu frá 1981, skal Noreg hava 25 prosent av oljuni sum íslendingar finna í økinum [5].

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5679
  2. http://www.npd.no/no/Tema/Ressursregnskap-og-analyser/Temaartikler/Ressursregnskap/2013/
  3. http://www.aftenbladet.no/energi/Olje-mal-blir-vanskelig-a-na-3368222.html#.UyfQRVFdXv0
  4. http://www.tu.no/petroleum/2014/03/03/sa-mye-olje-og-gass-er-det-igjen-pa-norsk-sokkel
  5. http://www.dagbladet.no/2014/02/15/nyheter/olje/island/draki/oljeleting/31734897/



Noreg Kongsríki Noreg Noreg
Fylki
Agder · Innlandet · Møre og Romsdal · Nordland · Oppland · Oslo · Rogaland · Troms og Finnmark · Trøndelag · Vestfold og Telemark · Vestland · Viken
Hjálond
Bouvetoy · Maudland · Peteroy
Øki
Jan Mayen · Svalbarð
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið