Jørgen M. Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jørgen M. Olsen (14. august 1912 í Eiði - 6. februar 1986) í Vágur

Atta ára gamal flutti hann suður til Vágs, har hann gekk í barnaskúla. Farin úr skúlanum lærdi hann til skómakara hjá pápa sínum.

Hann og konan Margretha vóru ofta úti á Vágsfirði í báti og hugdu niður á botn gjøgnum ein serligan kaga. Tey funnu m.a. útav, at sildin svav við høvdinum niðureftir.

Jørgen hevði biograf í Vági í fleiri ár. Jørgen druknaði á Vágsfirði einaferð í 1986.

Hann gav út bókina Náttúrunar børn í 1982.[1] Sínum egnu børnum skrivaði hann uppalandi barnasøgur, og seinni eru tríggjar teirra komnar á prenti: »Krypilin«, 1976, »Pisuvarðin«, 1976 og »Grannaklandur« 1977.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 1982 - Náttúrunnar børn - Myndir úr Føroya náttúru. Children of Nature - Scenes from Faroese Nature. Naturens Børn - Billeder fra Færøsk Natur
  • 1988 - Ottemandsfarerens sønner - Heinastova
  • 2022 - Die färöischen Fischer - Engelsdorfer Verlag, Leipzig.

Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sudurras.fo, Fiskerbladet umrøður hvussu Jørgen M. Olsen avdúkaði loyndarmál hjá sildini