Jákup Joensen
Jákup Joensen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 21. sep 1929 í/á Sumba |
Andaðist | 8. jan 2016 í/á Vágur |
Starv | reiðari, politikari, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti |
Jákup Joensen (føddur 21. september 1929 í Sumba, deyður 8. januar 2016 í Vági), vanliga nevndur Jákup í Lopra, var ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (Sambandsflokkurin).
Hann vaks upp í Sumba, foreldur hansara vóru Poul Sofus Joensen og Paula Sofie Joensen. Hann tók studentsprógv í 1950, próvtøku sum heimaskipari í 1953 og stýrimans- og skipsførarapróvtøku í 1956.[1]
Í nógv ár virkaði Jákup sum skipsførari og sum reiðari og búði í Lopra ein stóran part av lívinum og varð tí av mongum nevndur Jákup í Lopra, eftirsum hann ikki var einnevndur í Suðuroynni. Reiðaríið hjá Jákupi og øðrum átti fleiri trolarar í 1970-árunum og 1980-árunum. Skipini høvdu tað til felags, at nøvnini endaðu við "borg", t.d. Polarborg, Nýborg, Akraborg, Brimborg. Skipini vóru bygd á Sunnmøre í Noregi og í Føroyum.[2][3][4] Fyrsti trolarin var "Akraborg", ið varð bygdur í Brattvåg í Noregi 1961.[5] Í 1977 fóru Jákup Joensen og fleiri aðrir reiðarar í holt við at byggja eitt nýtíðar flakavirki, ið fekk navnið Polarfrost. Tað varð bygt niðri á havnalagnum í Vági, og nýggjur kajkantur varð gjørdur. Jákup Joensen gjørdist stóri á Polarfrost. Navnið Polarfrost varð áður nýtt til gamla Suðurfisk í Vági.[6][7][8]
Í 1985 keypti hann Hotel Føroyar í Tórshavn. Í kreppuárunum fyrst í 1990-árunum fóru trolararnir og flakavirkið á heysin[9] og hotellið varð selt og Jákup misti nógvan pening.[10]
Tá ið Jákup var 75 ára gamal, setti hann á stovn eitt fiskavirki í Lopra. Nøkur ár seinni setti hann á stovn annað virksemi í sama bygningi, tað var fyritøkan Kirvi, ið framleiðir og selur kelduvatn úr Suðuroynni í stórum plasíløtum. Virkið er uppkallað eftir einum fjalli í Lopra. Í 2012 seldi Jákup virkið til nýggir eigarar, hesir hava síðan víðka um vørurnar og framleiða eisini kelduvatn í hálvlitursfløskum.[11]
Jákup Joensen varð valdur inn í Sumbiar bygdarráð, har hann sat í nøkur ár. Seinni varð hann valdur inn á Føroya Løgting fyri Suðuroynna 1994–1998.[1] Hann var formaður í Løgtingsins samferðslunevnd og næstformaður í Løgtingsins fiskivinnunevnd og Løgtingsins vinnunevnd.[12]
Tey seinastu árini av lívi sínum búði hann á ellisheiminum Hamragarður í Vági.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 Dahl, Árni (2002). "Jákup Joensen". Løgtingið 150 – Hátíðarrit 2. Tórshavn: Løgtingið. p. 300. Archived from the original on 2012-07-17. Retrieved 2016-01-10.
- ↑ "Nyborg" (in enskt). shipspotting.com. http://www.shipspotting.com/gallery/photo.php?lid=356851. Heintað 8. august 2014.
- ↑ "Polarborg I - IMO 7424657" (in enskt). shipspotting.com. http://www.shipspotting.com/gallery/photo.php?lid=1387665. Heintað 8. august 2014.
- ↑ Kirke, Álvur. "Brimborg, Vágur". Gomul føroysk skip. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-04-04. https://web.archive.org/web/20170404221519/http://www.gomul-skip.dk/56256449?i=92967250. Heintað 8. august 2014.
- ↑ "Skip í Vágum 2000-2012". Skipini í Vágum. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-11. https://web.archive.org/web/20140811055210/http://www.vagaskip.dk/53658434. Heintað 8. august 2014.
- ↑ "Tíðindi úr Suðuroy". Tíðindablaðið: s. 7. 1. mai 1974. ISSN 14. http://timarit.is/files/25007366.pdf.[deyð leinkja]
- ↑ "Hvat kann gerast fyri Suðuroynna?". FF Blaðið: s. 13–14. 3. februar 2005. ISSN 335. http://www.fiskimannafelag.fo/media/8896/335.pdf.
- ↑ "Á ferð í Suðuroy: Íbúð í Lopra". FF Blaðið. 2. september 2004. s. 12–13. http://www.fiskimannafelag.fo/media/8866/325.pdf.
- ↑ Holm, Dennis og Mortensen, Bogi (2007). Vinnulívið í Suðuroynni í 2006. Tórshavn: Granskingardepilin fyri økismenning. p. 13. ISBN 99918-60-09-6.
- ↑ Mortensen, Thomas Bjerg (20. juni 1995). "Historien om Jakup i Lopra" (in danskt). Berlingske Tidende.
- ↑ "Um Kirvi". Kirvi Lopransvatn. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-10. https://web.archive.org/web/20140810043945/http://kirvi.fo/?page_id=26. Heintað 6. august 2014.
- ↑ Árbók fyri Føroyar 1996. Tórshavn: Hagstova Føroyar. 1996.