Isabelle de Charrière
Isabelle de Charrière | |
---|---|
![]() Andlitsmálningur av Isabelle de Charrière, málað av Maurice-Quentin de La Tour, 1771 Saint-Quentin, Aisne, Musée Antoine-Lécuyer | |
Fødd(ur) |
Castle Zuylen, Utrecht Niðurlond | 20. oktober 1740
Andaðist |
27. desember 1805 Le Pontet, Colombier, Neuchâtel, Preussen | (aldur 65)
Skaldanavn | Belle van Zuylen, Belle de Zuylen, Zélide, Abbé de la Tour |
Starv | Skaldsøguhøvundur, skald, leikrithøvundur |
Tjóðskapur |
![]() ![]() |
Heimasíða | |
www.belle-van-zuylen.eu |
Isabelle de Charrière (fødd Isabella Agneta Elisabeth van Tuyll van Serooskerken 20. oktober 1740 á slottinum Zuylen nærindis Utrecht, deyð 27. desember 1805 í Colombier, eisini kend sum Belle van Zuylen í Niðurlondum og sum Madame de Charrière, var ein franskmæltur rithøvundur, brævskrivari og komponistur, ið eftir sítt hjúnarband í 1771 var fastbúgvandi í Sveis. Hon skrivarði skaldsøgur, greinar, pamflettir og tekstir til sjónleikarhúsini, men er best kend fyri sína umfatandi brævaskriving við fleiri av teimum intellektuellu frá hennara samtíð. Hennara áhugamál vóru bæði innan samfelags viðurskifti og politikk, og verk hennara fronsku kollveltingina verður mett at vera serliga áhugaverd.
Isabelle van Tuyll van Serooskerken var dóttir aðalmannin Diederik Jacob van Tuyll van Serooskerken (1707–1776) og konu hansara Helena Jacoba de Vicq (1724–1768), ið var av borgarastætt. Isabelle var tann elsta av sjey systkjum, og hon fekk eina nógv betri útbúgving enn vanligt var fyri gentur tá.
Í 1750 varð Isabelle send til Geneva og ferðaðist gjøgnum Sveis og Frakland saman við fransktalandi guvernantu hennara, Jeanne-Louise Prevost, ið var lærari hennara frá 1746-1753. Eftir at hava tosað bara franskt í eitt ár, noyddist hon at læra seg niðurlendskt umaftur, eftir at hon var komin heim aftur til Niðurlond. Men hóast tað, so bleiv franskt verandi tað málið, ið henni dámdi best at skriva á restina av lívinum, og tað kann vera ein av orsøkunum til at verk hennara í langa tíð ikki vóru so kend í føðilandi hennara.
Seinni, í 1771 giftist hon við sveisiska Charles-Emmanuel de Charrière de Penthaz (1735–1808), hann var føddur Colombier,[1] Hann var fyrrverandi privatlærari hjá beiggja hennara Willem René frá 1763 til 1766. Eftir tað varð hon kend sum Isabelle de Charrière. Tey búsettust í Le Pontet í Colombier (nærindis Neuchâtel), tað var abbi hansara Béat Louis de Muralt, ið keypti tað. Har búðu tey saman við verfaðir hennara François (1697–1780) og tveimum ógiftum sistrum hansara, Louise (1731–1810) og Henriette (1740–1814).
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Godet 1, 166-167 og Généalogies vaudoises I, 419-487 og Œuvres complètes 1, 625 og Certificat de vie í Correspondances et textes in édits (2006) p. 388
Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Belle van Zuylen - frá: www.slotzuylen.nl - Slot Zuylen, føðistaður hennara, sum í dag er slots-museum (á hollendskum og enskum)
- www.belle-van-zuylen.eu Association Madame de Charrière - heimasíða um Belle de Zuylens (á hollendskum og fronskum)
- Tónleikur eftir Isabelle de Charrière - frá www.belle-van-zuylen.eu
- Isabelle de Charrière - frá NEWW Women Writers Archived 2019-06-03 at the Wayback Machine