Ingun Christensen
Appearance
Ingun Christensen (fødd í 1968) er føroyskur rithøvundur uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa. Hon er útbúgvin korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum. Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum hevur fevnt um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað meira hevur verið innan tað fakliga.
Sum barn/ung dámdi henni sera væl at skriva, gjørdi sína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Hesi seinastu árini er hon so av álvara farin í gongd við at skriva og dámar ótrúliga væl at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving. Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í blaðnum Kvinna í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]- 2015 Rani II - Vár og vónir Archived 2015-09-25 at the Wayback Machine (Barnabók)
- 2014 Rani I - Ein nýggj byrjan Archived 2015-09-25 at the Wayback Machine (Barnabók)
- 2013 Eiturkoppaprinsessan Archived 2015-09-25 at the Wayback Machine (Barnabók
- 2010 Garðvættrarnir gera uppreistur Archived 2015-09-25 at the Wayback Machine (Barnabók v/fløgu) [1]
Stuttsøgur
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 Ein lítil dukka í reyðum morgunskóm Archived 2015-09-25 at the Wayback Machine (Mín Jólabók 2014)
- 2013 Jóladunnan Archived 2015-09-25 at the Wayback Machine (Mín Jólabók 2013)
Yrkingar
[rætta | rætta wikitekst]- 2009 Trælabundin (Kvinna)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- BFL Archived 2015-09-25 at the Wayback Machine
- ↑ "Bfl.fo - Garðvættrarnir gera uppreistur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-25. https://web.archive.org/web/20150925091831/http://bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&ProductID=PROD881. Heintað 2015-09-13.