Ingeborg Vinther

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ingeborg Vinther

Ingeborg Vinther (fødd 11. mai 1945 í Vági) var forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag 1980 - 2011. Stjórnarlimur síðan 1977. Løgtingskvinna fyri Verkamannafylkingina 19941998, varð vald í Suðuroyar valdømi sum fyrsta tingkvinna hagani. Hevur starvast á flakavirkjum í Íslandi og Føroyum 19641984. Í 1976 varð hon vald í nevndina fyri arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, har hon var forkvinna 1977-1984.[1] Á vári 2011 kom út bók um Ingeborg Vinther fyri at heiðra hana, tá hon legði frá sær eftir at hava verið forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í 31 ár. Bókin ber heitið "Ingeborg", tað var Ingolf S. Olsen, blaðmaður, sum skrivaði bókina.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Demokratia.fo, Ingeborg Vinther". http://www.demokratia.fo/default.asp?show=page&id=2768. Heintað 2011-07-18. 
  • Thomsen, Brynhild: »Skjótt havi eg gjørt mína verjuskyldu«. Í: Kvinna 2/2007, s. 4–8.