Hvítstelkur
Hvítstelkur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Hvítstelkur (frøðiheiti - Tringa nebularia) eigur á vátum haga og vátum skógarlendi úr Skotlandi tvørtur um Ásia og Evropa. Ein lítil stovnur er í Ytru Suðuroyggjum, og tey seinastu árini er hann farin at eiga í Hetlandi. Hvítstelkur er flytifuglur. Nakrir eru í vetrarvist í Vesturevropa og annars í tropiskum Afrika. Í flytitíðini síggjast flestir í Norðuratlantshavi. Oftast sæst hann í juli til oktober í Orknoyggjum og Hetlandi, men sæst hendingaferð í Íslandi og í Føroyum.
Hvítstelkur er størri enn stelkur, men minni og mjávaksnari enn lónspógvi, sum hann eisini líkist. Nevið er heldur langt og eitt lítið sindur fatt. Beinini eru grágrøn og long. Hvítstelkur er gráur á bakinum, og hann tykist sum heild ljósari enn stelkur. Sum á øllum stelkaslogum er búnin ikki so skiftandi.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]