Hugh Hefner
Hugh Marston Hefner, føddur 9. apríl 1926, deyður 27. september 2017, var ein amerikanskur blaðútgevari og stovnari og stjóri av Playboy Enterprises.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Hugh Hefner varð føddur í Chicago, Illinois í USA sum sonur til tveir lærarar.[1] Mamma Hughs var av svenskum ættum og pápi hansara av týskum og enskum ættum. Undir seinna heimsbardaga arbeiddi hann sum blaðfólk fyri eitt herblað í tí amerikanska herinum frá 1944 - 1946. í 1949 fekk hann eina bachelor grad í sálarfrøði frá University of Illinois.
Eftir at Playboy blaðið gjørdist kent, blev Hugh kendur fyri at vera eitt kvinnugull, og viðgekk í eini samrøðu í 2006 at nøkur ár kundi hann havt verið involveraður við ellevu +tav tólvm "Playmates", sum er navnið á damunum sum sita fyri naknar hvønn mánað á mittastu síðum Playboy. [2] Í 1971 viðgekk Hugh at hava eksperimenterað við biseksualitet, og flutti frá Chicago til Los Angeles.
Hugh fekk eitt minni hjartaslag í 1985, tá hann var 59 ára gamal. Eftir at hava endurskoðað lívstíl sín, gjørdi hann fleiri broytingar. Hann minkaði veruliga um vertskap sum vardu alla náttina, læt dóttir sína, Christie, reka Playboy veldið. Árið eftir giftist Hugh Playmate of the Year Kimberly Conrad. Tey fingu tveir synir í 1990 og 1991. Kimberly broytti tað villa Playboy setrið til eitt familju vinarligt heim fyri børn síni. Hugh og Kimberly vórðu sepereraði í 1998, og Kimberly flutti inn í húsið við síðunar av setrinum.
Eftir hetta gekk Hugh saman við eini rúgvu av damum, og gekk entá einaferð saman við sjey damum í senn. Fleiri damur hava eisini búð á Playboy setrinum í gjøgnum árini.
Hugh giftist Crystal Harris tann 31. desember 2012. Hugh var tá 86 ár og Crystal 26.
Í 2012 boðaði Hugh frá at sonur hansara, Cooper, fór nokk at taka yvir frá honum sum andlit Playboy.[3]
Starvsleið
[rætta | rætta wikitekst]Hugh arbeiddi sum tekstahøvundur hjá blaðnum Esquire í 1952 men gavst tá hann ikki fekk lønarhækking uppá 5 dollarar. Hann seldi møblar sínar, til at kunna fáa eitt bankalán upp á 600 dollarar, og savnaði 8.000 dollarar frá íløgumonnum, har ímillum 1000 dollarar frá mammu síni. Í eini samrøðu við E!I 2006 segði Hugh, at tað tað var ikki tí hon endiliga trúði upp á verkið, men hon trúði uppá son sín, a hon játtaði honum peningin. Við peninginum stovnaði Hugh blaðið Playboy, sum upprunaliga skuldi eita Stag Party. Fyrsta útgávan kom út í desember 1953, og hevði eina mynd, av einari naknari Marilyn Monroe, á mittastu síðunum, frá eini kalendara myndarøð hennara frá 1949. Blaðið seldist í meir enn 50.000 eintøkum.[4] Hugh møtti aldrin Marilyn persónliga, men keypti eftir deyða hennara, gravstað við síðuna av henni, har hon liggur í Westwood Village Memorial Park Cemetery.[5]
Hugh hevur eina stjørnu á Hollywood walk of fame fyri sjónvarpsverk. Hann hevur lítlar leiklutir í fleiri filmum, har hann fyri tað mesta leikur seg sjálvan. Fleiri dokumentarir og bøkur eru eisini skrivaðar um lív hansara.
Politikkur og góðgerðarsemi
[rætta | rætta wikitekst]Í 1978 hjálpti Hugh til at savna pening til at útskifta gamla Hollywoodskiltið. Hann skipaði fyri galla innsavning, og gav sjálvur 27.000 dollarar, sum var 1/9 av kostnaðinum, við at keypa bókstavin Y.[6]
Sylvilagus palustris hefneri,[7] eitt slag av haru sum er í vanda fyri útrýming, er nevnd eftir Hugh, sum takk fyri fíggjarligan stuðul hann gav.
Hugh er ein dyggur stuðlari av at samkynd skullu hava rætt til at giftast.[8]
Hugh hevur eisini eina strangan rúsevnispolitikk í Playboy setrunum, har øll slík evnir eru strangliga bannað. Tað kemur møguliga av tí at fyrrverandi skrivari hansara, Bobbie Arnstein doyði í 1975, av eini rúsevnis yvirdosis,[9] og eisini av rættarligu fylgjunum, sum Hugh kann fáa, um slík evnir verða funnin ella nýtt í ognum hansara.
Leinkjur
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://books.google.com/books?id=m5b_eM3twmEC&pg=PT22&lpg=PT22#v=onepage&q&f=false
- ↑ https://web.archive.org/web/20100811192831/http://www.newyorker.com/archive/2006/03/20/060320crbo_books
- ↑ http://www.wsj.com/video/playboy-hugh-hefner-and-son-talk-succession/6D8B6BA4-6808-4772-AF48-68D7EF9366E6.html#!6D8B6BA4-6808-4772-AF48-68D7EF9366E6
- ↑ "Archive copy". http://entrepreneurs.about.com/od/famousentrepreneurs/p/hughhefner.htm. Heintað 2014-12-31.
- ↑ http://www.nytimes.com/2011/02/06/magazine/06Hefner-t.html?_r=0
- ↑ http://www.hollywoodsign.org/
- ↑ http://www.fws.gov/verobeach/MSRPPDFs/LowerKeysRabbit.pdf
- ↑ http://www.nydailynews.com/entertainment/gossip/playboy-founder-hugh-hefner-writes-passionate-plea-support-gay-marriage-article-1.1142988
- ↑ http://www.rogerebert.com/reviews/hugh-hefner-once-upon-a-time-1992