Marilyn Monroe

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Marilyn Monroe
Fødd(ur) Norma Jeane Mortenson
(1926-06-01)1. juni 1926
Los Angeles, California, USA
Andaðist 4. august 1962(1962-08-04) (aldur 36)
Brentwood, Los Angeles, Kalifornia, USA
Deyðsorsøk
Ovurskamtur av soviheilivági
Hvíldarstaður
Westwood Village Memorial Park Cemetery, Westwood, Los Angeles
Onnur nøvn
  • Norma Jeane Baker
  • Norma Jeane Dougherty
  • Norma Jeane DiMaggio
  • Marilyn Monroe Miller
Starv Sjónleikari, modell, songkvinna, filmsframleiðari
Virkin ár 1945–62
Viðurkend verk Niagara, Gentlemen Prefer Blondes, River of No Return, The Seven Year Itch, Some Like It Hot, The Misfits
Átrúnaður
  • Hvítusunnurørslan (1926–56),
  • Jødadómur (1956–62)
Hjúnafelagi(ar)
Golden Globe Award
AFI Awards
AFI's 100 Years...100 Stars (1999)
Undirskrift

Marilyn Monroe, upprunaliga Norma Jeane Mortenson (1. juni 1926 í Los Angeles4. august 1962 í Los Angeles), var eitt ikon í 1950'unum, men tað var ikki fyrr enn tá at hon veruliga fekk umtalu, bleiv kend og gjørdist eitt ikon. Tá ið navnið á Marilyn Monroe verður nevnt, hugsa tey flestu um hana, sum definatiónin av vakurleika, femininiteti og tað, ið nógv søgdu hana at hava, x-factor. Við teimum lívsumstøðum, hon hevði livað ígjøgnum, og, fólkini í hennara lívi, vóru við til at skapað tí 'influence' og 'viljestyrke' sum hon fekk frá teimum, at klára seg. Monroe arbeiddi fyrst við at vera model, síðani fekk hon smáar rollur í ókendum filmun. Tað var ikki fyrr enn í "The Asphalt Jungle" og í "All about Eve" at hon fekk stóra umtalu.

Hon tóktist at vera hendan naiva, eitt sindur býtt blondina, og tað vístist í filmunum, so sum "Gentlemen Prefer Blondes" og "The Seven Year Itch", men tvørturímóti var hon ein klók kvinna sum dámdi væl at lesa litteratur, og dugdi væl við fólki. Hendan verumátan hon brúkti, var við til at skapa eitt image í industrienum. Men áðrenn hon var komin so langt, var hon bert ein vanlig genta ið æt Norma Jeane Mortensen Baker. Mamma Monroe, Gladys Baker, ið hevði verið ein vøkur kvinna eins sum hon, var sinnisjúk, eins sum hennara egna móður, Della Baker, ið var omman hjá Marilyn. Ígjøgnum uppvøksturin hevði Norma Jeane búð hjá einari kristnari familju, Bolender. Fleiri ár seinni, tá ið Norma enn var ein smágenta, gjørdi mamma hennara krav uppá at fáa dóttir sína aftur, og við tí hendingini møtti Marilyn (Norma Jeane) ein vigtigan persón, sum fór at vera við til at vekja hennara interessu fyri sjónleiki, vinkonan hjá mammuni, Grace McKee.

Heilsan hjá mammuni, Gladys Baker, bleiv verri, og hon bleiv innløgd á eitt sjúkrahús í 1933, har ið hon bleiv diagnoserað við skizofrenia. Grace Mckee bleiv verjin hjá Marilyn Monroe og greiddi henni frá, at hon skuldi blíva líka sum Jean Harlow, tá ið hon bleiv stór, ein sjónleikari ið Grace sjálv var inntikin av. McKee bleiv gift fyri triðju ferð, og hon var tí undur trýsti at fáa hetta hennara tiðja ektaskap at fungerða, og koyrdi tí Norma Jeane inn á eitt barnaheim. Tvey ár seinni tóku Grace og maður hennara hana inn aftur, men tað var ikki leingi fyrr enn Norma fekk eitt annað heim at búgva í.

Tíðliga í 1938 sendi McKee hana at búgva hjá eini av tantunum hjá sær, Ana Lower. Men av aldurdómi, hon gjørdist 60 ár, og av sjúkum, m.a. hjartasjúkum ið fingu hana at selja sítt hús og flyta, fór Norma Jeane tí aftur at búgva hjá Grace. Maður hennara og Grace sjálv valdu at flyta til Virginia, tí maður Grace fekk eitt starv har, og í staðin fyri at Norma tí skuldi sendast aftur til eitt barnaheim ella eina pleiðifamilju, ið var vanligt tá, at summar familjur nýttu, sum ein møguleika at fáa børnini passaði ímeðan tey gjørdu eina roynd at fóta sær aftur, orsakað av tí so nevnda krakkinum á Wall Street í 1929. Men av tí, at hon var tvey ár yngri enn vaksnamannaaldur, bleiv hon gift við soninum hjá grannunum, James Dougherty. Grace hevði tosað við mammu James og síðani fingið tað avgjørt, at sonurin og Norma skuldu giftast.

Ta tíðina James var burturi í hertænastu, fekk Norma starv som model hjá ymiskum fotografum. James var tó ímóti tí, hóast hon fekk góða løn og hevði verið á forsíðum á nógvum bløðum. Ben Lyon uppdagaði hana skjótt og fekk hana inn at taka eina filmroynd. Hon undirskrivaði eina kontrakt og fekk sína nýggju karrieru sum sjónleikari. Lyon og Norma gjørdu henni eitt nýtt listanavn, ið bleiv til Marilyn Monroe. Monroe hevði verið gentunavnið hjá mammuni, Gladys. Marilyn Monroe hevði fyrst smáar leiklutir í ókendum filmun, so sum ein telefonopratørur í "The Shocking Miss Pilgrim", sum var fyrsti filmur hennara. James Dougherty segði, at Marilyn var ein "fitt genta við einari søtari rødd – men sum kundi blíva lættiliga særd, so hon var sárbar". Júst hettar, var partur av hennara stjørnukvaliteti.

Nakrir av hennara best umtóktu filmum vóru "How To Marry A Millionaire" og "Some Like It Hot". Tony Curtis, sum spældi við í filminum "Some Like It Hot", greiður frá í einari samrøðu, at leikstjórin Billy Wilder ringdi og segði, at hann vildi hava Curtis og Monroe at spæla høvuðsleiklutirnir í filminum, men at "Monroe var ring at fáa fatur á". 1956 og 1957 vóru eini torfør ár hjá Marilyn, har hennara persónliga lív kom nógv fram í miðlunum. Hon var kend fyri at koma ov seint og at vera óálítandi. Gitingar eru um, at hettar ikki bert vóru 'stjørnu nykkur', menn at hon hevði fingið symptomini, sum mamman Gladys og omman Della plágaðust av.

Sangir[rætta | rætta wikitekst]

Ár Filmsheiti Heiti á sangi Viðmerkingar
1948 Ladies of the Chorus "Every Baby Needs a Da-Da-Daddy"
"Anyone Can See I Love You"
"Ladies of the Chorus"
1950 A Ticket to Tomahawk "Oh, What a Forward Young Man You Are"
1953 Niagara "Kiss"
1953 Gentlemen Prefer Blondes "Two Little Girls from Little Rock"
"When Love Goes Wrong"
"Bye Bye Baby"
"Diamonds Are a Girl's Best Friend"
1953 Upptøkur fyri RCA "She Acts Like A Woman Should"
"You'd Be Surprised"
"A Fine Romance"
"Do It Again"
1954 River of No Return "I'm Gonna File My Claim"
"One Silver Dollar" Framført av Vaya Con Dios
"Down in the Meadow"
"River of No Return"
1954 There's No Business Like Show Business "Heat Wave"
"Lazy"
"After You Get What You Want"
"A Man Chases a Girl"
1956 Bus Stop "That Old Black Magic"
1957 The Prince and the Showgirl "I Found a Dream"
1959 Some Like It Hot "Runnin' Wild"
"I Wanna Be Loved By You"
"I'm Through With Love"
"Some Like It Hot"
1960 Let's Make Love "My Heart Belongs to Daddy"
"Specialization"
"Let's Make Love"
"Incurably Romantic"
1962 "Happy Birthday, Mr. President"

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • "Den komplete biografi – Marilyn Monroe" av J. Randy Taraborelli.
  • "Some Like It Hot" upptikin samrøða við Tony Curtis.
  • upptikin samrøða við James Dougherty, fyrsta mannin hjá Marilyn Monroe.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið