Heðin á Lakjuni
![]() Heðin á Lakjuni við KÍ í 2012. | |||
Persónlig kunning | |||
---|---|---|---|
Fult navn | Heðin á Lakjuni | ||
Føðingardagur | 19. februar 1978 | ||
Føðistaður | Klaksvík | ||
Hædd | 1.80 | ||
Pláss | Verjuleikari / Vongur | ||
Nummar | 18 | ||
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur* | |||
Ár | Felag | Dystir† | (Mál)† |
1995–2000 | KÍ | 91 | (31) |
2001 | B36 | 18 | (12) |
2002 | KÍ | 11 | (8) |
2003 | B36 | 18 | (9) |
2004 | HB | 17 | (7) |
2005–2009 | KÍ | 119 | (25) |
2010–2011 | NSÍ | 50 | (9) |
2012–2015 | KÍ | 87 | (6) |
Landslið‡ | |||
1999–2005 | Føroyar | 16 | (1) |
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 20. november 2015. † Dystir (Mál). |
Heðin á Lakjuni (føddur 19. februar 1978 í Klaksvík) er ein fyrrverandi føroyskur fótbóltsleikari, ið spældi sum verjuleikari og vongur fyri fýra føroysk feløg, fyrst og til seinast fyri KÍ. Hann byrjaði sína fótbóltslívsleið í KÍ, og hevur síðan skift ímillum B36, HB, og NSÍ Runavík og so aftur KÍ. Hann hevur vunnið føroyska meistaraheitið í fótbólti 3 ferðir og Løgmanssteypið fýra ferðir. Síðan apríl 2015 hevur hann átt metið fyri flest leiktir dystir í ovastu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum, hann spældi 417 dystir í bestu deildini og skoraði 100 mál. Hann hevur spælt 16 dystir á føroyska landsliðnum og skoraði 1 landsliðsmál.
Altjóða lívsleið[rætta | rætta wikitekst]
Sjálvt um hann fekk landsliðsboð frá Allan Simonsen í 1997,[1] so fekk Heðin á Lakjuni ikki sín debut fyri føroyska fótbóltslandsliðið fyrr en í mars 1999 í einum 0-0 vinadysti móti Andorra.[2] Hann spældi sín fyrsta kappingarlandsdyst nærum hálvt ár seinni, tá ið hann varð skiftur inn fyri Henning Jarnskor í einum EM kvalifikatiónsdysti móti Litava.[3] Hann skoraði sítt fyrsta og einasta landsliðsmál í einum vinadysti móti Kasakstan í 2003, eftir eina avlevering frá Hjalgrím Elttør.[4]
Altjóða mál[rætta | rætta wikitekst]
- Mál og úrslit hjá Føroyum' vísast fyrst.
# | Dato | Leikvøllur | Mótstøðulið | Skoring | Úrslit | Kapping | Keldur |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | 27. apríl 2003 | Svangaskarð, Toftir, Føroyar | ![]() |
3–0 | 3–2 | Vinadystur | [4] |
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Klakkstein, Eyðun (3 October 1997). "Heðin á Lakjuni á A-landsliðið" (in Faroese). in.fo. http://www.in.fo/news-detail/news/hedin-a-lakjuni-a-a-landslidid/?sword_list%5b%5d=He%C3%B0in&sword_list%5b%5d=%C3%A1&sword_list%5b%5d=Lakjuni&no_cache=1. Heintað 21 November 2015.
- ↑ Hansen, Jóannes (4 March 1999). "Nullloysn í Spania" (in Faroese). in.fo. http://www.in.fo/news-detail/news/nullloysn-i-spania/?sword_list%5b%5d=Andorra&sword_list%5b%5d=F%C3%B8royar&sword_list%5b%5d=0&sword_list%5b%5d=0&no_cache=1. Heintað 20 November 2015.
- ↑ Hansen, Jóannes (9 September 1999). "Føroyar-Litava hagtøl". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/news/foeroyar-litava-hagtoel/?sword_list%5b%5d=F%C3%B8royar&sword_list%5b%5d=Litava&sword_list%5b%5d=0&sword_list%5b%5d=1&no_cache=1. Heintað 20 November 2015.
- ↑ 4.0 4.1 Hansen, Jóhannes (28 April 2003). "Føroyar hóraðu undan kaspiska álopinum" (in Faroese). in.fo. http://www.in.fo/news-detail/news/foeroyar-horadu-undan-kaspiska-alopinum/?sword_list%5b%5d=F%C3%B8royar&sword_list%5b%5d=Kazakhstan&sword_list%5b%5d=3&sword_list%5b%5d=2&no_cache=1. Heintað 20 November 2015.