Húð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Húðin eldist á serstakan hátt og fortelur um menniskja handan húðina.
Húðin hjá menniskja: 1 og 2 - Yvirhúð, 3 - Leðurhúð, 4 - Undirhúð

Húð (latn cutis, grikskt derma) er tann bleyti vevnaðurin, ið verjir kroppin á menniskjum og øðrum ryggjadjórum. Húðin er ein mekanisk verja móti umhvørvinum og er við til at regulera vætuskipanina og hitaskipanina í kroppinum. Kemisk evni í sveitta og øðrum vætum úr húðini verja eisini móti sjúkuelvandi evnum (patogenum).

Mest týðandi funksjónir hjá húðini eru at:

  • verja innaru partarnir av kroppinum
  • reglera kroppshitan
  • merkja røring, hita og kulda frá umhvørvinum.

Húðløgini[rætta | rætta wikitekst]

Yvirhúðin[rætta | rætta wikitekst]

Tvørsnitt av menniskjahúð.

Tey uttastu løgini á húðina verða nevnd yvirhúðin (epidermis) og er millum 0,05-1,5 mm tjúkk. Við eygnalokini er yvirhúðin tunn, meðan hon er tjúkk undir iljunum og á øðrum pørtum av kroppinum, sum verða útsett fyri trýsti. Hornlagið verður tað ovasta lagið av yvirhúðini nevnt, har eru deyðar húðsellur, sum innihalda tað harða hrnevnið keratin. Hornlagið verjir kroppin móti stoytum og ger húðina næstan heilt vatntætta. Samstundis forðar hornlagið eitt nú bakterium og evnafrøðiligum evnum at koma inn í kroppin. Húðsellurnar í hornlagnum, fyrst og fremt keratinocytir, verða alla tíðina "noydd" burtur og í staðin koma nýggjar sellur. Longst niðri í yvirhúðini eru pigmentsellur, melanocytar sum hava til uppgávu at verja arvaeginleikarnar í sellukjarnanum móti ultraviolettu strálunum frá sólini. Í epidermis finnast enntá Langerhanssellur sum eru partur av immunverjuni.

Leðurhúðin[rætta | rætta wikitekst]

Undir yvirhúðini er leðurhúðin (dermis). Hetta lagið er umleið 1-4 mm tjúkkt. Tað er uppbygt av fibrum og hevur nógv blóðkør, nervar og kenslukroppar. Í leðurhúðini eru eisini sveittakertlar og feittkertlar. Í feittkertlunum verður feitt framleitt, ið ger húðina mjúka. Í sveittakertlum verður sveitti framleiddur, sum seinni fer út gjøgnum smáum opnum, porum. Sveitti er av vatni og saltum og er næstan heilt uttan lukt; tað er ikki fyrr enn sveitti kemur í samband við bakteriur, at hann fer at lukta. Um ein vaskar sær ov ofta við sápu kann tað náttúrliga feittlagið á húðini hvørva og húðin gerst turr.

Undirhúðin[rætta | rætta wikitekst]

Í undirhúðini (subcutis) verður feitt goymt sum isolerar kroppin frá stoytum og kulda. Yvirvektig fólk hava meira undirhúð enn kløn fólk.

Tað eru eitt nú eggjahvítaevnini kollagen og elastin, ið uppbyggja húðina.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið