Jump to content

Immunskipan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein neutrofil í gongd við at eta eina miltbrand bakteriu, Bacillus anthracis, undir elektronmikroskopi.

Immunskipanin er verjuskipanin hjá kropppinum ímóti smáverum, so sum bakterium og virusum. Immunskipanin er samansett av ymiskum sløgum av hvítum blóðkyknum. Tá kroppurin verður smittaður av til dømis eini bakteriu leypa hvítu blóðkyknurnar á og royna at drepa tær fremmandu kyknurnar.

Immunskipanin hevur minni, sum ger at næstu ferð kroppurin kemur í samband við bakteriuna, er klárt við andevnum sum kunnu merkja júst hesa bakteriuna so hon verður dripin beinanvegin.

Immunskipanin er deild upp í ta viðføttu og ta tillagaðu immunskipanina.

Viðfødda immunskipanin

[rætta | rætta wikitekst]

Tann viðfødda immunskipanin er ein skipan sum næstan allir lívsformar hava og er tann skipanin sum virkar beinanvegin tá ein fremmand kykna kemur í kroppin. Tað er ein óspesifikk skipan og er uppbygt av eini komplementskipan og ymiskum sløgum av fagosyttum (kyknur ið drepa fremmandar kyknur við at eta tær):

Tað finnast eisini aðrar kyknur

[rætta | rætta wikitekst]

Tillagaða immunskipanin

[rætta | rætta wikitekst]

Tann tillagaða immunskipanin er ein skipan sum bert geisladjór hava og virkar við, at ymiskar kyknur hava ymisk antigen. Soleiðis ber til at tillaga verjuna ímóti bakteriur og virusum. Hetta elvir til eina sterkari verju, sum eisini hevur møguleika at minnist bakteriur kroppurin hevur møtt fyrr. Skipanin er samansett av tveimum sløgum av lymfosyttum: T-kyknur og B-kyknur

  • T-drepara kyknur (TC): Drepa kyknur við fremmandum antigenum á yvirflatuni, t.d. kyknur, ið eru smittaðar við einum virusið.
  • T-hjálpara kyknur (TH1): Gera makrofagar meiri virknar.
  • T-hjálpara kyknur (TH2): Stimbra B-kyknur til at framleiða andevni.
  • B-kyknur: Upprunalig B-kykna sum gerst til plasma- og minnikyknur, tá hon verður stimbra av TH2 kyknum.
  • B-plasma kyknur: Stuttlivandi kykna sum framleiðir andevni.
  • B-minni kyknur: Minnast antigenir kroppurin hevur møtt upp til fleiri ár. Gerst til plasma kyknu tá hon møtir antigeni aftur.

Komplementskipanin er eisini ein partur av tí tillagaðu immunskipanini.

Andevni (antistoffir), eisini kallaði immunoglobulin (stytt Ig), eru evni framleidd av B-kyknum sum kenna ávísar partar av fremmandum kyknum aftur, nevnd antigenir. Kroppurin framleiðir B-kyknur við fleiri milliardum av ymiskum andevnum og nøkur av hesum passa so saman við pettum á fremmandum kyknum. Tá ein B-kykna hevur funnið t.d. eina bakteriu við einum antigenið, ið andevni hennara passar saman við, vísur hon antigeni til eina TH2-kyknu, sum stimbrar B-kyknuna so hon deilir seg og gerst til B-plasma kyknur sum framleiða stórar nøgdir av andevni ímóti júst hesi bakteriu.

Tað finnast fimm ymisk sløg av andevni

[rætta | rætta wikitekst]
  • IgA: Finst mest í slímhindum.
  • IgD: Hevur ongan kendan leiklut, men er mest vanligt á B-minni kyknum .
  • IgE: Bindur til allergenir og stimbrar mastkyknur at úrskilja histamin og spælir harvið ein leiklut í ovurviðkvæmi.
  • IgG: Er tað mest vanliga andevni, men verður mest framleitt seint í verjuni. Kann aktivera komplementskipanina.
  • IgM: Er fyrsta verjan ímóti fremmandum kyknum. Kann aktivera komplementskipanina.

Komplement skipanin

[rætta | rætta wikitekst]

Komplementskipanin er bæði ein partur av viðføddu og tillagaðu immunskipanini, sum hjálpir kroppinum at drepa fremmandar kyknur við at gera hol á membranin.

Autoimmunar sjúkur

[rætta | rætta wikitekst]

Autoimmunar sjúkur koma av at kroppurin framleiðir andevni ímóti sínum egnu kyknum og elvir til at tær verða álopnar av immunskipanini. Dømi um nakrar autoimmunar sjúkur:

  • Michael T. Madigan, John M. Martinko, Brock Biology of Microorganisms, 11th Edition, 2006, Pearson Prentice Hall.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið