Guttormur Andrasson
Guttormur Andrasson (doyði 1572 í Bergen) var løgmaður í Føroyum 1544 - 1571. Hann var sonur Andras Guttormsson løgmann úr Sumba, og var faðir Ísak Guttormsson, ið eisini gjørdist løgmaður Føroya.
Laðangarsbóndin Jenis Símunarson stevndi Andras Guttormsson fyri konginum í Danmark. Men av tí at løgmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur Andrasson, ferðina uppá seg. Tá ið løgmanssonurin kom inn á slottið hjá kongi, rætti hann eitt silvursteyp fram, fult av peningum, í bøtur fyri faðir sín, men kongur vildi ikki taka við tí. Føroyingurin varð standandi og rætti armin út alla tíðina — steypið hevði hann í hondini. Í endanum bliknaði hann, og armurin vildi signa. Tá tók drotningin ein stól og skeyt inn undir armin á honum. Kongur blíðkaðist eitt sindur, fór til hansara og spurdi hann um eina sak, sum hann helt ímóti ráðnum einsamallur, hvat hann hugsaði um hana. Løgmanssonurin segði, at hann var so ungur og visti so lítið enn, men eitt visti hann: at tað var lóg í landinum, sum Gud og kongurin vildu. So varð vitni tikið av honum við tað sama: hann skuldi prógva tað innan fjórða dag, segði kongur. Guttormur settist at blaða í løgbókini og blaðaði í tvey samdøgur, men fann einki. Í endanum kom máttloysi á hann, hann slummaði fram á borðið sum hann sat og droymdi at hann hevði blaðað eitt blað ov langt: hann skuldi kasta blaðið umaftur. Hann so gjørdi, tá ið hann vaknaði, fann hvar tað stóð og breyt inn fyri. Um morgunin tá ið ráðið var samankomið á slottinum, fór hann fram fyri kong og skeyt bókina til hansara og vísti honum á, fyrst konginum og so hvørjum undan øðrum. Kongur vann sakina og var nú so findarblíður við hin unga løgmanssonin aftur fyri hjálpina, at hann gav honum vald at velja sær tann besta garð, í Føroyum var, at hava til løgmansgarð og Guttormur valdi tá Steigagarð í Vágum. So mikið gjørdi sonurin, at faðirin varð sitandi í friði í sínum løgmansembæti.
Ein dagin, sum hann sat til borðs við konginum, spurdu hovmenninir hann, um hann hevði nakrantíð etið av fagrari borði. Ja, segði hann. »Hvussu tá?« spurdu teir. »Á knøum sínum,« svaraði hann, »tí hvat Gud hevði gjørt var tað fagrasta«. Kongur spurdi hann, hvussu nógv egg tann føroyska gásin varp. “Tólv, viðhvørt trettan,” svaraði hann. Óføra sterkur var Guttormur. Einaferð, sum teir rullaðu ammur (stórar tunnur) í Keypmannahavn, tók hann eina og bar í føvninginum. Hann varð spurdur, hvussu tað bar til, at hann var so sterkur — hvat hann hevði havt til føði. “Feska mjólk og turt lambakjøt,” svaraði hann. Frálíka vakur var Guttormur og væl at sær komin. Aðra ferðina hann var niðri og kom á slottið, skuldi tí drotningin leggja hug á hann. Tá kvað hann niðurlagið:
Skuldi á mjúkum armi sovið -
ljósið tað er brunnið -
lystug var tann liljan, meg væl unni.
Frá hesari ferð eru enn høvd á lofti tey orð hansara: »Mine vatter ligger under landets dronning« - hon sat á vøttunum hjá honum.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901)
Gilli | Sjúrður | Símun | Dagfinnur Halvdanarson | Haraldur Kálvsson | Roald | Jørundur Skógdrívsson | Tórmóður Sigurðsson | Andras Guttormsson | Guttormur Andrasson | Jógvan Heinason | Ísak Guttormsson | Pætur Jákupsson | Tummas Símunarson | Zakarias Tormóðsson | Jógvan Justinusson | Jógvan Poulsen | Balzer Jacobsen | Jógvan Poulsen | Jákup Jógvansson | Jóhan Hendrik Weyhe | Sámal Pætursson Lamhauge | Hans Jákupsson Debes | Thorkild Fjeldsted | Jacob Hveding | Johan Michael Lund | Jørgen Frantz Hammershaimb