Jógvan Poulsen (Løgmaður)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jógvan Poulsen var løgmaður í Føroyum 1654 - 1655 og 1662 - 1677.

Jógvan Poulsen var bóndi á Oyri, og varð settur løgmaður í 1654 av løgrættumonnunum, men kongur valdi at ganga ímóti siðvenjuni, og setti danan Balzer Jacobsen í 1655. Í 1662 var Jógvan Poulsen tó aftur settur sum løgmaður.

Jógvan Poulsen var giftur við dóttir Jógvan Justinusson, ið var løgmaður undan Jógvan Poulsen, og var hann pápi Jákup Jógvansson, ið var løgmaður 1677 - 1679.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • G.V.C. Young: Færøerne – fra vikingetiden til reformationen, 1982
  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 365-366. (brotið Føroya løgmenn fram til 1816) (PDF-Download Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)