Ísak Guttormsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Ísak Guttormsson var løgmaður í Føroyum 1583 - 1588 og bóndi í Vági.

Tá Jóan Heinason varð settur frá sum løgmaður, varð (uttan tilmæli frá løgtinginum) Ísak Guttormsson í skundi settur í løgmansstarvið. Hesin maður, sum helst hevur búð í Kirkjubø, var sonur Guttorm Andrasson og abbasonur Andras Guttormsson. Teir høvdu báðir verið løgmenn.