Jump to content

Guðmundur Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Gudmundur Joensen)

Guðmundur Joensen úr Hoyvík[1] er ein føroyskur ítróttamaður, sum íðkar triatlon og súkkling. Triatlon fevnir um súkkling, renning og svimjing. Hann hevur eitt nú vunnið FM í súkkling í 2012 og í 2013 gjørdist hann nummar tvey á Oyggjaleikunum á Bermuda. Í mai 2013 gjørdist hann nummar fimm í hálvum Ironman kapping í Lissabon í Portugal við tíðini 4 tímar 2 minuttir og 46 sekund.[2] Í juni 2012 vann hann triatlon kapping í Íslandi við tíðini 2 tímar og 4 minuttir á OL teininum, sum er 1500 metrar svimjing, síðan 40 kilometrar súkkling, og at enda 10 kilometrar renning.[3] Í 2013 gjørdist hann nummar 18 til HM í Ironman í Las Vegas. Hin 1. mai 2014 varð ein dokumentarsending í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya um Guðmund. Sendingin hevði heitið Føroyski jarnmaðurin. Hann tók farloyvi frá arbeiði frá januar 2014 og íðkaði triatlon burturav eina tíð. Bróðir hansara Kristian Martin Joensen gjørdist tá venjari hansara og Elsa Maria Bærendsen gjørdi venjingar við honum einaferð um vikuna. Hann er útbúgvin múrari og hevur eisini starvast sum varaleiðari í svimjihøllini í Havn.[4] Guðmundur luttók á fleiri triatlonkappingum í 2014, eitt nú á hálv-ironman í Lissabon.[5] Í 2015 umboðaði hann Føroyar á Oyggjaleikum á Jersey.[6] Í 2016 varð hann settur í starv sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.[7]

Lívsleið innan ítrótt

[rætta | rætta wikitekst]

Hálv-Ironman í Lissabon 2014

[rætta | rætta wikitekst]
  • Nr 4 við tíðini 4:01.15,[8] sum var persónligt met.[9] Hann var bara 30 sekund frá bronsuni. Í hálvum ironman verður fyrst svomið 1,9 km. Síðani verða 90 km súkklaðir, og at enda skulu luttakararnir renna hálvt maraton, ið er 21,1 km.[10]

Hálv-Ironman í Lissabon 2013

[rætta | rætta wikitekst]
  • Nr 5 við tíðini 4:02.46[11]

HM í Hálv-Ironman 2013

[rætta | rætta wikitekst]

Guðmundur luttók i heimsmeistarakapping í Ironman í Las Vegas, USA í september 2013. Hann gjørdist nummar 18. Samlaða tíðin gjørdist 4 tímar, 32 minuttir og 24 sekund. Hann brúkti 27 minuttir og 39 sekund um svimjingina, 2 tímar, 30 minuttir og 53 sekund um súkklingina og ein tíma, 28 minuttir og 52 sekund um renningina.[12]

Oyggjaleikir 2013

[rætta | rætta wikitekst]
  • Silvur í triatlon

Triatlon í Íslandi 2012

[rætta | rætta wikitekst]
  • Gull í triatlon, OL teinur, við tíðini 2 tímar, 4 minuttir

Hann hevur vunnið FM í 2012 á tí sonevnda OL-teininum við tíðini 2 tímar 14 minuttir og 55 sekund. Hann vann hóast hann hevði eitt óhapp, har annað hjólið á súkklu hansara mátti skiftast, og so mátti hann bíða til eitt nýtt hjól kom úr Havnini, eftir ætlan skuldi eitt dekk havt ligið við vendipunktið í Kaldbak, men av misgáum lá tað ikki har.[13]

FM í hálvmaraton 2010

[rætta | rætta wikitekst]
  • Gull í FM í hálvmaraton við tíðini 1:17.51[14]

Kring Føroyar

[rætta | rætta wikitekst]

Guðmundur hevur fleiri ferðir fingið heiðursmerki á súkklukappingini Kring Føroyar:

  • 2015 - silvur
  • 2012 - silvur
  • 2011 - silvur
  • 2010 - bronsu
  • 2009 - silvur
  1. portal.fo - HM í ironman: Guðmundur gjørdist nr. 18
  2. Kvf.fo, Guðmundur Joensen nummar fimm í Lissabon
  3. "Sportal.fo, Guðmundur Joensen vann triathlon kapping í Íslandi". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-06-29. https://web.archive.org/web/20120629064700/http://sportal.fo/grein/gudmundur_joensen_vann_triathlon_kapping_i_slandi. Heintað 2013-09-08. 
  4. kvf.fo, Dokumentarurin: »Føroyski jarnmaðurin«
  5. lisboatriathlon.com[deyð leinkja]
  6. in.fo[deyð leinkja], Ætla sær gull í triathlon.
  7. portal.fo - Guðmundur Joensen leiðari á Ítróttarháskúlanum í Suðuroynni
  8. lisboatriathlon.com[deyð leinkja]
  9. vp.fo, Ítróttaheilsan frá Guðmundi eftir 1/2 Ironman kapping í Lisboa í dag
  10. in.fo, Gudmundur nummar fýra[deyð leinkja]
  11. kvf.fo - Guðmundur Joensen nummar fimm í Lissabon
  12. In.fo, Flott úrslit hjá Gudmundi Joensen í Las Vegas[deyð leinkja]
  13. Oyggjatidindi.com, Guðmundur Joensen føroyameistari í Triathlon 2012
  14. fif.fo - Gudmundur Joensen og Helga Súsanna Johansen vunnu FM í ½-marathon

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]