Guðrun Sólja Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Guðrun Sólja Jacobsen á Jóansøkufestivalinum 2009 á Tvøroyri.
Guðrun Sólja framførir her saman við Niels Balle Project í 2012

Guðrun Sólja Jacobsen (fødd í juli 1982 á Tvøroyri) er føroysk songkvinna, búsitandi í Danmark. Guðrun gjørdist kend í Føroyum og Danmark, tá hon luttók og vann donsku sangkappingina Stjerne for en aften 4. apríl 2003.[1] Guðrun fekk stórfingna móttøku, tá hon kom heimaftur til Føroya. Tá hon var liðug við student, flutti hon niður til Danmarkar, har hon hevur nomið sær tónleika útbúgving á Complete Vocal Institute.[2] Í september 2012 var Guðrun Sólja á konsertferð í Føroyum saman við jazz ensemblinum Niels Balle Project, sum er ein samanseting av dønum og norðmonnum. Tey høvdu eitt nú konsertir á Seglloftinum á Tvøroyri og í Vágs kirkju.[3] Í 2012 gav Guðrun Sólja út eina EP við sangum, sum hon hevur gjørt saman við Mariu Guttesen. Lene Drachmann hevur eisini ávirkað sangirnir. Sambært Guðrun eru sangirnir sera persónligir. Hon er flutt heimaftur til Føroya at búgva eina tíð, men sambært heimasíðuni Oestrogen.dk er ætlanin at flyta niður aftur.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2003 - Quiet Storm, CD
  • 2005 - Wake Up
  • 2012 - Got that smile again (single/staklag)
  • 2012 - The First Four, EP

Syngur við á hesum útgávum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2003 - Ein stjørna lýsti á nátt
  • 2003 - Stjerne for en aften
  • 2003 - Popp List 2
  • 2004 - Kvinna - úrvaldir sangir frá føroyskum kvinnum
  • 2005 - Dýrd
  • 2005 - Sól og regn - Stanley Samuelsen
  • 2005 - Stjerne for en aften 2005 - Den sidste mission
  • 2007 - Upp gleðist - Mpiri[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. TVHit.dk, Stjerne for en aften-vinderen er snart klar med sin nye single[deyð leinkja]
  2. "Oestrogen.dk, Guðrun: "Jeg synger det hele ud".". http://www.oestrogen.dk/Livplus/Kultur/2012/November/Gudrun-og-musikken.aspx. Heintað 2012-12-01. 
  3. Sudurras.fo, Guðrun Sólja á Seglloftinum og í Vágs kirkju í vikuskiftinum
  4. Rateyourmusic.com, Guðrun Sólja Jacobsen

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið