Quiet Storm

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Quiet Storm er fløga hjá Guðrun Sólju Jacobsen. Guðrun hevur ígjøgnum plátufelag sítt Universal Music útgivið fløguna Quiet Storm. Fløgan kom út í august 2003, góðar fýra mánaðir aftaná Guðrun sigraði í sangkappingini Stjerne For En Aften. Fløgan kom beinleiðis inn á næstovastu rók á danska sølulistanum. Í Føroyum var Quiet Storm ein av mestu seldu fløgunum í 2003. Fyrsta stakfløgan av Quiet Storm var lagið "You're Mine". Hetta lagið átti fast pláss ovast á 15 teimum bestu í fleiri vikur, og gjødist eitt tað best umtókta lagið á fløguni.