Jump to content

Groteskur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Groteskur (it. grottesco, av grotta, "helli"; da. grotesk, fr., en. grotesque). Upprunaliga nýtt um skreytstíl líkan veggmálningum, sum vóru funnir, tá ið fornromversk hús og gravir vóru grivin út; teir høvdu ofta eitt óveruleikakent hugmyndaflog. Um bókmentir var orðið fyrst nýtt í Fraklandi í 16. øld, á týskum og enskum í 18. øld. Í langa tíð var orðið nýtt niðrandi um tað, sum vat høpisleyst, ónatúrligt, ella andskræmiligt og láturligt í senn, og soleiðis var tað nýtt bæði um bókmentir og myndlist. Við romantikkinum broyttist merkingin hjá hugtakinum; ymsir talsmenn hennara, t.d. Victor Hugo, lýstu teir margtýriligu mótsetningarnar í tilveruni, blandingina tí vakra og tí ljóta, tí láturliga og tí andskræmiliga og nýttu hugtakið g. um hana. Groteskir tættir í bókmentunum hava vundið upp á seg í 20. øld, og tað hevur havt við sær ymsar skilmarkingar hjá bókmentafrøðingum. Felags fyri skilmarkingar av hugtakinum er, at tað sipar til samanbrest millum ósambærilig fyribrigdi og hesin mótsetningur verður ikki loystur í verkinum sjálvum; t.d. tá ið yvirnatúrlig og ónatúrlig fyribrigdi eru sett fram realistiskum búna. Lesarin kann taka ímóti slíkum blandingi við ræðslu ella andstygd ella á hin bógvin halda hann vera láturligan.

G. tættir hava leingi verið nýttir í bókmentum, bæði í satirum og alskyns atfinnandi bókmentum. Góð dømi eru t.d Rabelais (1495-1553) og Swift (1667-1745); í 19. øld hjá E.T.A. Hoffmann, Dickens og E.A. Poe. Í rannsóknini hjá russiska granskaranum M. Bakhtin av Rabelais og søgu látursins er tað g. eitt meginhugtak. Sambært honum hevur g. lívsfatan eyrfornar røtur, stóð í hægsta blóma í karnivalsmentanini á miðøldum og fekk størri samfelagsliga vídd, tá ið hon var sett í hásæti í bókmentunum í endurreisnartíðarskeiðinum. Har er verk Rabelais krúnan; tað raktu oddamenn í romantikkinum við og hálovaðu, sambært Bakthin. G. lívsáskoðan eyðkennist av mótstøðu móti øllum, sum er endaligt, móti einum og hvørjum almennum sannleika og gjørdum loysnum viðvíkjandi heimsáskoðan. Tað er tí ikki løgið, at romantikararnir, sum skuldu bróta seg burtur úr klassisistiska formfastleikanum, góvu gætur eftir almúgumentanini í evropeiskari miðøld, sum hevði støði í g. heimsfatan.

Í 20. øld verða g. tættir nógv algongdari bæði í skaldsøgum, frá Kafka til ørgrynni av nútíðarhøvundum, og í leikritum, frá Brecht til absurdan sjónleik. Dømi um g. eyðkenni í føroyskum nútíðarbókmentum finna vit hjá Tóroddi Poulsen.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið