Gréta Salóme Stefánsdóttir

Gréta Salóme Stefánsdóttir (fødd 11. november 1986) er ein songkvinna og sangskrivari úr Ísland. Saman við íslendska sangaranum Jónsi (Jón Jósep Snæbjörnsson) umboðaði hon Ísland í sangkappingini Eurovision Song Contest í mai 2012 við sanginum "Mundu eftir mér". [1]. Hon hevur sjálv skrivað sangin.[2] Harumframt hevur hon skrivað ein annan av teimum sjey sangunum, sum luttóku í íslendsku úttøku sangkappingini til Eurovision, Söngvakeppni Sjónvarpsins. Hon og Jónsi fara at framføra sangin í fyrru semifinaluni hin 22. mai í Baku í Aserbadsjan.[3] Hon umboðaði eisini Ísland við sanginum "Hear Them Calling" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi.
Diskografi[rætta | rætta wikitekst]
Stakløg[rætta | rætta wikitekst]
- 2012 – "Mundu eftir mér" (saman við Jónsi)