Glataðu spælimenninir (tónleikabólkur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Glataðu spælimenninir var ein føroyskur tónleikabólkur, sum var mest virkin í 1980-árunum. Bólkurin gav út eina lp-plátu í 1982 við heitinum Gluggamynd, talan er um vísu og fólkatónleik. Tvey systkin úr Vági, Palli og Jacobina Hansen, sungu sangirnir, Palli hevði skrivað tað mesta av tilfarinum, tó hevði skaldið Jóanes Nielsen skrivað yrkingina Til Boga og allar nýføðingar í verðini,[1] sum var fyrsti sangur á plátuni.[2]

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Gluggamynd, Tutl, 1982, lp
  • Gluggamynd, Tutl, 1996, CD

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Snar.fo, Jóanes Nielsen (1953-)
  2. Rateyourmusic.com, Gluggamynd