Jump to content

Gjør

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gjør

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Podicipediformes
Ætt: Podicipedidae
Slekt: Podiceps
Slag: P. auritus
Podiceps auritus

Gjør (frøðiheiti - Podiceps auritus), summstaðni nevnd bárafjatla, er lítið størri enn lundi. Aftanvert um høvdið hevur hon ein stóran krans av klønum, gulum og svørtum fjøðrum. Bringan og síðurnar eru vakurt reyðbrúnar, bakið dimmbrúnt við ljósari gráligum strikum, í neðra er hon hvít. Ungfuglurin er javndimmur omaná og hevur ongan krans. Eisini tær gomlu missa kransin um veturin. Vel hevur hon einki. Fitjurnar eru klovnar.

Reiðrið ger hon sær helst í tjørnum og lítlum vøtnum og tjóðrar tað við longum stráum fast í bukkabløð og annan vatnvøkstur. Dúnungarnir eru svartir. Stundum sæst hon svimja við teimum uppi á bakinum. Føðin er mest smásíl, marflugur og tílíkt. Gjør eigur nógv í Íslandi. Í Føroyum er hon sjaldsom at síggja. Og bara hendinga ferðir veit nakar hana hava átt her. Í 1945 átti ein á Toftavatni og fekk 5 ungar, men 3 av teimum hvurvu - helst tiknir av fugli; ikki so undarligt, at hon tá ikki hevði hug at koma aftur.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið