Ginn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ginn.

Ginn stavar frá franska orðinum fyri Einiber, Geniévre. Men hóast navnið er franskt, so hevur Ginn sín uppruna í Hollandi. Ein lækni úr Hollandi nýtti í 16. øld alkohol blandað við einiberum sum heilivág. Einiber er altíð at finna í ginn, men onkrir framleiðarir lata harumframt eisini korianderfrø, lakres og kardemummu í løgin. Ginn er ein hjáframleiðsla, tá whisky verður destillerað. Seinasti parturin av whiskydestillatinum hevur ov lágt alkoholprosent at verða nýtt til whisky, og tí verður tað í staðin nýtt til ginn. Ginn verður oftast nýtt í apertif drinkum, so sum Gin og Tonic, Dry Martini og Tom Collins – men eisini í cocktails, har tað gevur ein sermerktan smakk. Ginn verður framleitt úr spritti, sum kann vera gjørt úr korni, eplum, majs o.líkn. Sprittið verður síðani kryddað við baraldi, sum setu sín dám á bæði anga og smakk. Men eisini onnur kryddarí verða koyrd í. Síðani veðrur hetta dropadrivið til ginn. Styrkin liggur ímillum 37,5 % og 47,3 %. Ginn verður eins og vodka nýtt til ymiskar drykkir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið