Vodka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pólskt vodka.

Vodka er rúsdrekka, sum er sterkari enn 37,5% alkohol. Vodka er upprunaliga ein eysturevropeiskur drykkur, ið verður framleiddur úr øllum rávørum, sum kunnu gerast um til alkohol, men sum oftast verður korn ella epli nýtt. Tá ið tað er dropadrivið, verður sprittið sílað, so at øll lukt- og smakkfrumevni verða tikin burtur. Munurin á teimum ymsu sløgunum liggur í dygdini á rávørunum og í vatninum. Vodka verður mest nýtt til at blanda ymiskar drykkir. Vodka inniheldur vatn og alkohol. Tað fæst harumframt eisini við einum ótali av ymsum tilsettum smakkum. Alkoholprosentið spennir millum 35 % og 50 %. Navnið Vodka er eitt vart navn í ES, og reglurnar eru greiðar. Vodka skal verða destillerað til minst 95 % og síðani blandað til í minsta lagið 37 %. Um hesar reglur ikki verða fylgdar, kann tað ikki eita Vodka, men má seljast undir øðrum navni.

Sløg[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið