Frederik Olsen
Frederik Siverd Amaliel Sofus Olsen (føddur 22. juli 1917 í Rituvík, deyður 17. juni 2001) var føroyskur skipari, reiðari og politikari (Sj.).
Hann var kommunustýrislimur í Runavík í átta ár og borgarstjóri í sjey ár. Hann stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 1970, sum valevni fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoy. Hann varð valdur á Løgting í 1980–1984. Frederik Olsen var upp á tal sum landstýrismaður í fiskivinnumálum eftir løgtingsvalið í 1984, men tann sessin fekk Lasse Klein. Orsøkin til at Frederik ikki fekk sessin var at hann hevði skuld til tað almenna. Hann valdi tá at fara úr Sjálvstýrisflokkinum, men til løgtingsvalið í 1988 var hann aftur uppstillaður fyri flokkin.
Frederik var sonur Elias Frederik Olsen úr Rituvík og Elkin Davidsen av Nesi og vóru tey tíggju systkin. Hann búði meginpartin av lívinum í Rituvík. Hann var giftur tríggjar ferðir og fekk tvey børn. Saman við triðju konuni flutti hann til Vágs.
Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 329 (PDF-Download)