Frank Lloyd Wright

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Frank Lloyd Wright

Frank Lloyd Wright (8. juni 18679. apríl 1959) var ein amerikanskur arkitektur, indrætningsekspertur og útbúgvin námsfrøðingur. Hann hevur teknað yvir 1000 tekningar av bygningum og hvussu tey eru innrættaði, av teimum blivu gott 500 bygdir, og teir møblar ið vóru teknaðir til bygningarnir vóru eisini gjørdir. Hann hevur teknað hús, ið passa til náttúruna og til tey fólk ið hann teknaði húsini til, um tað t.d. var ein persónur ið var sera vinarligur, so teknaði hann ein bygning uttan spísk horn, hetta sæst t.d. í Fallingwater. Hann var eisini stjóri á einum arkitektaskúla.

Frank Lloyd Wright verður sæddur sum ein av teimum mest týðandi arkitektunum í fyrru helvt av 20. øld.

Úrval av kendum bygningum[rætta | rætta wikitekst]

Guggenheim-savnið í New York, sum Frank Lloyd Wright hevur teknað
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið