Fríðbjørg Jensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Fríðbjørg Jensen, fødd Hentze, er føroysk songkvinna, fødd 4. desember 1948 í Skopun, búsitandi á Sandi. Fríðbjørg byrjaði ung at fáast við tónleik, og í 1965 var hon við til at stovna tónleikabólkin Snowflakes. Miðskeiðis í 70'unum upplivdi Fríðbjørg eina religiøsa umvending, og tað er serliga fyri kristiliga tónleikin, hon hevur givið út síðani tá, at hon er vorðin kend.

Fríðbjørg hevur verið fyri tí hørðu lagnu at missa 4 av sjey børnum, trý av sjúku og ein son av ferðsluvanlukku. Hetta hevur eisini sett síni spor í tónleik hennara.

Útgávur:[rætta | rætta wikitekst]

  • Barnabønin, 1985
  • Himmalvegurin, 1988
  • Ein smalur vegur, 1990
  • Verndareingilin, 1992
  • Míni barndóms jól, 1997
  • 20 tær bestu, savnsfløga, 2007
  • Um tár vóru gull, 2008

Keldur[rætta | rætta wikitekst]