Finleif Mortensen
Finleif Mortensen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Starv | myndatakari, listamálari |
Dátuheiti |
Finleif Mortensen av Argjum,[1] búsitandi á Strondum er ein føroyskur listamaður innan málningalist og myndamaður. Hann málar oljumálningar. Tað ið er eyðkent fyri verk hansara eru føgru litirnir og tað einfalda landslagið. Hann segði við in.fo í mars 2016:
Eg royni at foreinkla tað føroyska landslagið. Trekki bara tær grovu linjurnar upp og hugsi minni um smálutirnar. Vil heldur fanga rúttmuna í smáu húsunum á bygd og tær einføldu linjurnar á fjøllunum og oyggjunum.
Hann málar abstrakt. Yndismotiv hansara eru úr Norðoyggjum og á Streymoynni. Hann er hugtikin av skiftandi ljósi og smáum bygdum við stórbærum fjøllum.
Fyrstu ferð hann luttók á einari listaframsýning við fleiri ymiskum listafólkum var á Ólavsøkuframsýningini í 1985. Fineif hevði sína fyrstu listaframsýning einsamallur í 1985 í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, tá var hann bert 20 ára gamal. Síðan tá hevur hann havt nógvar framsýningar í Føroyum og uttanlands, millum annað á Skt Gertrud í Keypmannahavn, Kunstgalleriet í Odense, Galleri Inuit í Ålborg og á Gallarí Fold í Reykjavík. Eisini hevur hann sýnt fram á listastevnunum Art Copenhagen og Art Herning.[2]
Finnleif gongur ofta túrar í fjøllunum í Føroyum, og tá tekur hann eisini nógvar myndir av føroysku náttúruni. Í 2015 gav hann út eina bók við 271 myndum úr øllum 18 oyggjunum í Føroyum. Bókin fekk heitið Kom upp á fjallatind.[3]
Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]- 2015 - Kom upp á fjallatind (myndabók) 176 blaðsíður og 271 myndir
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "finleifmortensen.dk - Om Finleif". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-02-26. https://web.archive.org/web/20170226055845/http://www.finleifmortensen.dk/29472188. Heintað 2016-04-01.
- ↑ in.fo - Yndismotivini eru í Norðoyggjum og Streymoynni[deyð leinkja]
- ↑ portal.fo - Myndabók: Fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga