Eystein Eggen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eystein Eggen (føddur 1944, deyður 19. november 2010) er norskur rithøvundur, útbúgvin málfrøðingur og søgufrøðingur.

Í 1993 gav hann út "Gutten fra Gimle", í 1994 "Agnar Mykle - en dikterskjebne", og í 1996 skaldsøguna "Generalen", ið er um lagnuna, ið Carl Gustav Fleischer, generalmajorur, fekk undir seinna heimsbardaga, og árið eftir var tað, at hann kom við bókini "Hov".

Kærleikssøgan "Hov" fer fram í tíðarskeiðnum 1272 til 1328. Hon er lutað upp í trý skeið. Tað fyrsta fer fram frá 1272 til 1293, hitt næsta frá 1293 til 1302 og hitt triðja og seinasta frá 1303 til 1328. Í einum parti av søgugongdini eru hendingar tiknar við, sum um hetta mundið fara fram í Føroyum.

Kona Eystein Eggen er føroysk, ættað av Skála, eitur Unni Friis Skogstad, gentunavnið var Unni Karlsen, dóttir Jógvan Karlsen (Johan Karlsen).

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

"Kærleikssøga við einum vefti av Føroyum", Dimmalætting 12. august 2003.


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]