Evi Tausen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Evi Tausen í 2013

Evi Tommysdóttir Djurhuus (fødd Tausen, sum eisini er kunstnaranavnið) (fødd í juni 1981) er føroysk sangarinna og guitarleikari, hon syngur countrytónleik. Kunstnaranavnið hjá henni er tað sama sum føðinavnið tó uttan millumnavnið: Evi Tausen. Evi er vaksin upp í Froðba og Kastrup í Danmark. Evi býr nú í Porkeri, hon er gift við Gudmund Djurhuus. Hon hevur eisini búð í Danmark. Evi gav út stakfløgu við tveimum løgum í 2010. Upptøkurnar til stakfløguna eru gjørdar í Kris-Stuff Studio í Hoyvík, tað var Jákup Zachariasen sum stóð fyri upptøkunum og legði sangirnar til rættis. Pætur við Keldu og Heiðrun Petersen spæla eisini við á øðrum sanginum, har Pætur somuleiðis leggur rødd til.[1] Í 2011 gav Evi út enn eina fløgu, men hesaferð eina heila CD, sum ikki er stakfløga. Heitið á fløguni er: "Evi - Wishing Well", hon kom út í november 2011. Fløðan er innspæld í Nashville, har hon hevur samstarva við fleiri amerikanskar sangskrivarar, m.a. við Brent Mason, sum hevur vunnið CMA-Award sum ársins tónleikari tvær ferðir og tólv ferðir hevur hann vunnið Academy of Country Music Guitarist of the Year Award.[2] Evi er rættilgia nýggj innan tónleikalívið í Føroyum. Fyrstu ferð hon sang fyri øðrum var til sítt egna brúdleyp í august 2010, tá hon sang ein sang fyri manni sínum. Morgunin eftir gav hann henni ein guitar í morgungávu.[3] Innan tónleikaheimin nevnir Evi seg oftast bert við fornavninum Evi. Maður Evi, Gudmundur Djurhuus úr Porkeri, er umboðsmaður (manager) hjá Evi. Evi hevur framført á festivalum í Føroyum, eitt nú á Summarfestivalinum[4] og á Country Festivalinum í Sørvági í 2012.[5] Í januar 2013 lá sangurin "Oh, How I Miss You Tonight" sum Evi syngur saman við Jim Ed Brown, á einum fimtaplássi á Pan-European TOP-100 Radio Chart, sum er hittlistin hjá European Country Music Association (ECMA) .

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2015 - Make Life A Dance, CD[6]
  • 2013 - Make This Life a Dance, staklag,[7] Jákup Zachariassen og Lena Anderssen skrivaðu sangin. Nr. 1 á country-hittlistum í Svøríki, Írlandi og Niðurlondum
  • 2011 - Evi - Wishing Well, CD
  • 2010 - How´s the world treating you, inniheldur eisini sangin He´ll have to go, stakfløga við tveimum løgum.

Heiðurslønir og tilnevningar[rætta | rætta wikitekst]

  • 2013 - Vann írska tónleikaheiðursløn International Artist of the Year hjá Irish Country Sound, sum blaðið Farmers Journal skipaði fyri.[8] (Vann)[9] Heiðurslønir til tónleikarar vóru handaðar á Hudson Bay Hotel á einari hátíðarløtu - The 2nd annual Country Sound Entertainment Awards (Farmers Journal).[10] [11]
  • 2012 - Vann heiðursløn frá ICMA Awards Fan Voting í bólkinum "Best International Country Artist". Umframt at vera tilnevnd í bólkinum, sum hon vann, var hon eisini tilnevnd í bólkinum "Country Vocal Event of the Year" við sanginum "Oh How I Miss You Tonight", sum hon sang saman við Jim Ed Brown.[12] Hon gjørdist nummar tvey í tí bólkinum. ICMA stendur fyri Independent Country Music Association.
  • 2012 - Tilnevnd Planet Awards 2012 í bólkinum Ársins songkvinna (vann ikki)[13]
  • 2012 - Evi varð vald til Artist of the Month á heimasíðuni keepitcountryradioshow.co.uk/ í februar 2012.[14]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Country4You.com, Evi gir oss herlig Country Music fra Færøyene
  2. BrentMason.com
  3. Nordlysid.fo, Nýggj fløga við nýggjari rødd
  4. Guitaren.dk, Evi med nye Nashville toner.
  5. Birkblog.blogspot.com, Blues og Country í Sørvági
  6. Jensen, Eyðfinn (20 December 2015). "Kvørnin: "Make Life A Dance" við Evi Tausen" (in Faroese). Kringvarp Føroya. Retrieved 30 December 2015. 
  7. [http://www.amazon.com/Make-This-Life-a-Dance/dp/B00FLYKLXQ Amazon.com, Make This Life a Dance Evi Tausen]
  8. Planet.fo Evi í uppskoti til írska virðisløn
  9. Planet.fo Evi skrivar søgu í Írlandi
  10. Plakat á Facebook síðuni hjá Irish Country Sound
  11. Plakat av Evi "Blue Radio" á Facebook síðuni hjá Irish Country Sound
  12. Planet.fo, Evi vann heiðursløn
  13. Planet.fo Hesi eru tilnevnd til Planet Awards 2012
  14. Keepitcountryradioshow.co.uk, The Official Stephen Doherty Website

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]