Evangeliið eftir Jóhannes
Evangeliið eftir Jóhannes (ella Jóhannesevangeliið) er skrivað um ár 100 e.Kr. Hildið verður, at tað er Jóhannes, ið hevur skrivað, men vit vita tað ikki við vissu. Jóhannes (grik.: Joannes úr hebr.: Jóhanan, ið merkir “Harrin er náðiríkur”) var ein av hinum 12 ápostlum Jesusar. Hann var sonur Zebedeus, fiskimaður í Galilea í Ísrael. Móðir hansara æt Salome. Jóhannes varð helst føddur í Betsaida (בית צידה) í Galilea. Jóhannesevangeliið hoyrir til tann partin av Bíbliuni, sum upprunaliga varð skrivaður á grikskum máli. Seinni varð grikski teksturin týddur til onnur mál. Jóhannesevangeliið er fyrst og fremst skrivað til samkomuna og trúgvandi, meðan hini evangeliini eru skrivaði til tey, sum ikki vóru sannførd um, at Jesus er Kristus. Hetta evangeliið er eisini eitt sindur øðrvísi skrivað enn tey trý fyrstu. Frásagnirnar eru nærum tær somu sum í teimum fyrru, men raðfylgjan er øðrvísi, og skrivihátturin er meira skaldsligur, merktur av hugfogi og kenslum. Evangeliið eftir Jóhannes er skrivað fyri at styrkja tey kristnu í trúnni á Jesus Kristus, og ger greitt, at Jesus er sonur Guds. Sjálvt um tað ikki er heilt vist, at tað er Jóhannes, ið hevur skrivað hetta evangeliið, ið skrivar, í øllum førum tætt samband við tann Jóhannes, ið Jesus var sera góður við. Nakað av tí, ið stendur í Jóhannesar evangeliinum stendur ikki í hinum trimum evangeliunum.
Alt bendir á, at Jóhannes ápostul skrivaði evangeliið í Efesus uml. ár 95 til 100 e.Kr. Hetta er elsta varðveitta brotið í N.T. Tað er partur av tí 4 evangeliinum.
Eyðkenni
[rætta | rætta wikitekst]Evangeliið eftir Jóhannes skilur seg á mangan hátt úr hinum trimum fyrstu evangeliunum. Munin gruna vit til dømis hvar Jesus gjørdi gerning sín, hvussu leingi Jesus gjørdi gerning sín, hvat hann segði, og hvussu hann segði tað. Í summum lutum líkist evangeliið eftir Jóhannes burtur úr evangeliunum eftir hinar tríggjar. Teir tala mest um virki hansara í Galilea, meðan Jóhannes talar um virki hansara í Jerúsalem og í Judea. Jóhannes sær frelsuna sum nakað, hann eigur her og nú. Hann hevur sannroynt hana í roynd og veru. Teir samskygdu siga mest um virksemi Jesu í Galilea, men Jóhannes leggur ein stóran part av virksemi Jesu í Jerúsalem og í Júdea, har hann dvaldist tær ymisku høgtíðirnar. Tá ið vit lesa teir samskygdu, fáa vit ikki greiða hugmynd av, hvussu leingi Jesus alment virkaði. Høvdu vit til dømis bara átt Evangeliið eftir Markus, høvdu vit hildið, at Jesus bara prædikaði í eitt ár. Men sbrt. evangeliinum eftir Jóhannes, so vardi virksemi hansara í minsta lagi trý ár. Tað sæst m.a. av upplýsingunum um hátíðarferðirnar í 2:13, 5:1, 7:2, 12:12, 6:4, og 10:22.
Tað ber eisini til at staðfesta, at Jesus talar á ein annan hátt í evangeliinum eftir Jóhannes. Tað er ikki bara viðvíkjandi innihaldinum, men eisini í bæði skrivingarlagi og sniði. Tað man summpart standast av, hvønn hann vendir sær til: átrúnaligu oddamenninar í Jerúsalem, og serliga trúnaðarfylgið sítt, lærusveinarnar. Men fyrst og fremst kemst tað av, at Jesu læra og lív sæst av tí, ið seinni hendi - deyði hansara og uppreisn. Tað eyðkennir eisini Jóhannes, at hann førir fram Jesu undur sum tekn. Tey skulu vísa á, hvør Jesus veruliga er sbrt 2:11. Tí tengja hesi tekin seg ofta at eini samrøðu sum grøðingina við Betesda hylin í kap. fimm ella hin blindfødda í kap. 9, ella at talum til dømis ta ferðina, hann mettaði hini mongu og við grøv Lásarusar.
Innihald
[rætta | rætta wikitekst]Tað hevur 21 kapitlar. Fyrsti kap. byrjar við hátíðarligum orðum um orðið, sum var frá upphavi, og orðið var Gud. So kemur vitnisburður Jóhannesar Doypara um Jesus: "Hygg Lamb Guds". So kemur kall lærisveinanna. Í kap. 2 er sagt frá brúdleypinum í Kána, og tá Jesus rak alt, sum hann ikki vildi hava har, út úr templinum. Í kap. 3 er sagt frá samtalu millum Jesus og Nikodemus, og so frá v. 25 annar vitnisburður Jóhannesar Doypara um Jesus. Í kap. 4 er tað kvinnan við brunnin í Sámária og um høvuðsmannin í Kapernaum. Í kap. 5 lesa vit um mannin, sum grøddur varð við Betesdahylin og harrans Jesusar egnu talu, v. 19–47. Í kap. seks er sagt frá, tá harrin mettar hini 5000 og gongur á vatninum. So greiðir hann eisini frá, at hann er breyð lívsins. Kap. 7 sigur frá Jesusi í Jerúsalem á leyvsalahøgtíðini. Kap. 8 sigur frá kvinnuni, sum tikin var í hori, og harrin talar um seg sjálvan sum ljós heimsins. Kap. 9 sigur frá manninum, sum føddur var blindur.
Kap. 10: Harrin talar um seg sjálvan sum hin góða hirðan, og tempulvígsluhøgtíðina. Kap. 11: Lazarus doyr og verður reistur upp. Ráð jødanna ger av at drepa Jesus. Kap. 12. Jesus verður salvaður í Betania. Jesus kemur inn í Jerúsalem og síðsti vitnisburður hansara fyri almenninginum. 13. kap.: Fótatvátturin. Jesus sigur frá, hvør, ið fer at svíkja hann. Hitt nýggja boðið. Jesus sigur, at Pætur fer at avnokta hann. Kap. 13:31–16:33: Síðsta røða Jesusar til ápostlarnar, áðrenn hann leið. Kap. 17: Bøn Jesusar fyri sínum. Kap. 18: Jesus í Getsemane. Jesus verður tikin. Pætur avnoktar hann. Jesus fyri Pontius Pilatusi. Kap. 19: Jesus verður dømdur og krossfestur; hann verður jarðaður. Kap. 20: Uppreisn Jesusar. Hann opinberar seg fyri Mariu Magdalenu, fyri hinum ellivu og fyri Tummasi. Kap. 21: Jesus opinberar seg triðju ferð fyri lærisveinunum.
Sundurbýti
[rætta | rætta wikitekst]
1. Inngangur
a. Forljóð 1:1-1:18
b. Jóhannes Doyparin og Jesus 1:10-1:51
c. Jesu fyrsta undur 2:1-2:12
2. Jesus opinberar seg fyri fólkinum
a.
a. Í Jerúsalem fyrstu ferð 2:13-3:36, aðru ferð 5:1, triðju ferð 7:10-10:39 og seinastu ferð 11.-12. kap.
b. Í Sámária 4:1-4:42
c. Í Galilea fyrstu ferð 4:43-4:54, aðru ferð 6:1-7:9.
d. Í Perea 10:40-42
3. Jesus opinberar seg fyri lærusveinunum
a.
a. Í kvøldmáltíðarstovuni 13:1-17:26
b. Í líðing síni á krossinum 18:1-19:42
c. Eftir uppreisn sína 20:1-21:25
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]- Evangeliið eftir Jóhannes á Bíblian.fo Archived 2014-08-12 at the Wayback Machine
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- https://snl.no/Johannesevangeliet
- http://www.denstoredanske.dk/Sprog,_religion_og_filosofi/Religion_og_mystik/Ny_testamente/Johannesevangeliet