Orðtøk Sálomons
Orðtøkini eru uppbygd av fleiri smáum orðtøksøvnum. Nær, tey eru sett saman, veit eingin við vissu. Nógvir halda á døgum Ezekia (7. øld f.Kr.), tá ið talað verður um menn Ezekia í 25. og 29. kap. Aðrir halda, at Orðtøkini eru vorðin sett saman eftir útlegdina. Bókin eitur á hebraiskum Misle, ið er Misle Salomo, stytt "Orðtøk Sálomons". Í Septuaginta verður hon stutt og greitt nevnd Paroimiai, ið merkir "Orðtøkini". Bókin er skrivað av Sálomon.
Orðtøkini eru meginpartin um lívsvísdóm, vunnin úr lívsroyndum. Vanligt var í Eysturlondum, og annars í nógvum øðrum mentanum, at mynda ein tílíkan lívsvísdóm við fáum, fyndigum orðum, sum seinni vórðu savnað og fingu heitið vísdómsbókmentir. Á mangan hátt eru tey ógvuliga allmennilig. Tey royna ikki at loysa tilverunnar gátur, men veita ráð, lívsreglur og áminningar til dagliga lívið.