Ezekielsbók
Ezekielsbók er bókmentaliga betur løgd úr hondum og betur tíðarskipað enn nøkur onnur profetabók. Opinberingarnar, Ezekiel fekk, eru nágreiniliga tíðarfestar. Tað, ið eyðkenni Ezekielsbók, eru tær mongu Iøgnu sjónir, myndir og tekin, ið ofta eru torfør at týða. Við tokka ber hann saman fólk sítt og lond við eitt fólk, eitt djór, eina plantu ella okkurt annað. Hann fæst eisini vanliga við mát og við tøl.
Sundurbýtí
[rætta | rætta wikitekst]- Inngangur 1,1-3,21.
- Dómsbókin 3,22-32,32.
- Ugganarbókin 33,1-48,35.
Høvuðssjónarmið
[rætta | rætta wikitekst]1. Profeturin verður kallaður: 1.-3. kap.
Alt virki hansara byrjar við, at hann í eini sjón sær dýrd Harrans. Tað er eisini tað eyðkendasta við hesi bók, at hon á ymissan hátt lýsir dýrd Harrans, veldi og tign. Síðan kemur sjálvt kallið, har sagt verður frá a) boðskapinum, b) útbúgvingini, c) ábyrgdini og d) fyrisetninginum.
2. Agi fólksins: 4.-24. kap.
Eftir ta stórfingnu frágreiðingina um profetakall sítt, koma nógvar talur og ímyndir úr tíðini undan oyðing Jerúsalems. Tær eru um, hvussu fólkið á ymissan hátt skal verða agað. Lýst verður:
- Hvussu agin er (4.-14. kap.).
- Hví agin mátti koma (15.-19. kap.).
- At agin er rættvísur (20.-24. kap.).
Í hesi aganartalu leggur Ezekiel dent á meginreglurnar fyri tí guddómligu afturlønarskipan - at ein og hvør fær løn samsvarandi gerningum sínum. At dentur júst verður lagdur á ábyrgd hins einstaka fyri egna lívi sínum er eyðsýnt fyri Ezekielsbók.
3. Endurreisn fólksins: 25.-48. kap.
a) Hon byrjar við dómi yvir fólkið. Hesin partur líkist Jesaja 13-23 og Jeremia 46-51. Hetta hoyrir veruliga upp í dómsbókina, men dómurin yvir fólkið er samstundis inngangurin til endurreisn fólksins.
b) Hann kemur frá Harranum sjálvum. Her verður m.a. sagt, hvussu Harrin skal a) senda rætta hirðan, b) savna sundurspjadda fólk sítt og c) lata lív koma aftur í deyðu beinini. Sagt verður eisini frá, hvussu hann skal bjarga fólki sínum frá undirgangi, tá ið Gog og Magog herja á. Tað er sjálvsagt, at henda endurreisingarlýsingin ber longur enn at heimkomuni úr Bábylon. Hetta eyðkennir uppaftur meira teir seinastu kapitlarnar hjá Ezekieli.
c) Guds ríki verður fullkomið. Tað fólk, ið mist hevur land sítt og sæð bý sín verða oyddan og tempul sítt verða lagt í oyði, skal fáa alt aftur dýrdarfylgri og ríkari enn áður. Í hesum parti verður talað um ein nýggjan bý, nýtt land, men fremst av øllum eitt nýtt tempul við einari nýggjari tempultænastu haðan ganga "tvífaldir streymar", og "alt fær lív, har ið hesir streymar floyma".
Serstakliga Jóhannesar opinbering leggur seg upp at sjónum Ezekiels; eisini hon rennur út í at lýsa hin nýggin staðin, sum steig niður av himni búgvin sum brúður, ið er skrýdd fyri mánni sínum. Ezekielsbók endar við at nevna navn býarins: "Harrin er har”, og Opinberingin sigur, at "Gud sjálvur skal vera hjá teimum, og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra". Tá eru eisini dýrdarríku framtíðarsjónir Ezekiels fullbúnar.