Emilíana Torrini

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Emilíana Torrini í 2005.

Emilíana Torrini Davíðsdóttir (f. 16. mai 1977), er ein íslensk songkvinna. Hon er best kend fyri fløguna Love in the Time of Science, og fyri sangirnar "Jungle Drum" (2009) "Gollum's Song" (2002) frá filminum Lord of the Rings: The Two Towers.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Emilíana vaks upp í Kópavogi, hjá einari íslendskari mammu og italienskum pápa. Pápi hennara átti ein vælumtókta matstovu, ið æt Italia í Reykjavík. Vegna navnalóg sum tá var galdandi í Íslandi, var pápi Emilíonu noyddur at skifta navn frá Salvatore Torrini til Davíð Eiríksson, og tí fekk hon navnið Davíðsdóttir til eftirnavn. Nøkur ár seinni varð navnalógin broytt aftur, og slapp Emilíana og nýta upprunaeftirnavn sítt.

Tá Emilíana var sjey ár, byrjaði hon at syngja í kór sum sopran, og tá hon var 15 ár fór hon í ein operaskúla. Í 1994 vann Emilíana sangkappingina fyri íslenskar miðnámsskúlar.

Emilíana var "uppdagað" av Derek Birkett, ið hoyrdi hana syngja á eini matstovu. Derek eigur One Little Indian Records, og bjóðaði Emilíonu til London at skriva sangir. Emilíana treivst so væl í London, at hon avgjørdi at vera verðandi. 6. september 2010 føddi Emilíana sítt fyrsta barn, ein son.

Tónleikur[rætta | rætta wikitekst]

Emilíana var limur í íslendska tónleikabólkinum GusGus, og hevur samstarvað við nógvum kendum tónleikarum og sangarum. Har ímillum kunnu nevnast: Kylie Minogue, Moby, Sting, Dido, Travis, Tricky og Adem. Emilíana vann tríggjar virðislønir á teimum íslensku tónleikavirðislønarhátíðini í 2006.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1994 - Spoon
  • 1995 - Crouçie D'où Là
  • 1996 - Merman
  • 1999 - Love in the Time of Science
  • 2000 - Rarities
  • 2005 - Fisherman's Woman
  • 2008 - Me And Armini
  • 2013 - Tookah

Stakfløgur[rætta | rætta wikitekst]

Samstarv[rætta | rætta wikitekst]

  • 1995 - "Bömpaðu baby bömpaðu" (vocals) (Fjallkonan, Partý)
  • 1995 - "Vanishing" (vocals) (LHOOQ, Volume Fifteen)
  • 1996 - "7-Up Days" (vocals) (Slowblow, Fousque)
  • 1996? - "Flirt" (vocals) (Slowblow)
  • 1997 - "Asking for Love" (vocals) (Jóhann G. Jóhannsson, Asking for Love)
  • 1997 - "Is Jesus Your Pal?" (vocals) (GusGus, Polydistortion)
  • 1997 - "Why?" (vocals) (GusGus, Polydistortion)
  • 1999 - "Come Out" (vocals) (Dip, Hi-Camp Meets Lo-Fi)
  • 2001 - "101 Reykjavík Theme" (remixed by Emilíana Torrini, no vocals) (101 Reykjavík Soundtrack)
  • 2002 - "Absolutely No Point In Anything Anymore" (vocals) (Cheapglue, Sexy Horses)
  • 2002 - "Hold Your Hand" (vocals) (Paul Oakenfold, Bunkka)
  • 2002 - "Weebles Fall" (vocals) (Slovo, Nommo)
  • 2002 - "Heaven's Gonna Burn Your Eyes" (vocals) (Thievery Corporation, The Richest Man in Babylon)
  • 2002 - "Until the Morning" (vocals) (Thievery Corporation, The Richest Man in Babylon)
  • 2002 - "Gollum's Song" (vocals) (The Lord of the Rings: The Two Towers Soundtrack)
  • 2003 - "Slow" (co-writing) (Kylie Minogue, Body Language)
  • 2003 - "Someday" (co-writing) (Kylie Minogue, Body Language)
  • 2005 - "Thinking Out Loud" (with Sneaker Pimps as Line of Flight, online re-release of Loretta Young Silks (single))

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Heimasíða Emilíonu Torrini

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Emilíana Torrini á íslensku wikipedia

Emilíana Torrini á ensku wikipedia

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið