Jump to content

Elsti føroyingur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Elsti føroyingur ið nakrantíð hevur livað, er Theodor Thomassen, føddur 28. oktober 1908 í Sørvági, deyður 9. mars 2016 í Sørvági. Hann gjørdist 107 ára gamal og 4 mánaðir og 12 dagar.[1][2]

Theodor Thomassen eigur sostatt metið sum Føroya elsta fólk nakrantíð.

Elsta konufólk (og næst elsta fólk) sum nakrantíð hevur livað í Føroyum, er Nikala Laurina Franciska Jensen úr Sumba (vanliga nevnd Kala). Hon var fødd 3. september 1915 á Glyvrum. Kala fylti sostatt 106 ár tann 3. september 2021. Hon flutti sum barn til Sumbiar, har hon seinni giftist. Kala andaðist 1. februar 2022 og gjørdist sostatt 106 ár, 4 mánaðir og 29 dagar gomul.[3]

Áðrenn Theodor Thomassen tók metið sum elsta fólk í Føroyum, átti Drikka á Fløtti við Gjógv hetta metið. Hon varð fødd 2. juli 1875 og doyði 23. november 1980 - 105 ára gomul. Drikka á Fløtti er sostatt triðjaelsta fólkið, sum livað hevur í Føroyum.[2]

Um føroyingar, ið búðu uttanlands, verða taldir við, so átti Johannes Frederik Karl Sofus Tauser av Eiði, sum búði í Helsingør seinna partin av sínum lívi, metið sum elsti føroyingur áðrenn Theodor.

Jóhannes Tauser var føddur 23. februar 1902 og doyði 12. januar 2008 í Helsingør og gjørdist sostatt eins og Drikka á Fløtti 105 ár. Jóhannes Tauser var bert 42 dagar undir 106 ár, tá hann doyði.

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]