Jump to content

Einflokkaríki

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
  Dømi um einflokkaríki í dag: Vjetnam, Kuba, Kina og Norðurkorea.

Í einum einflokkaríki er bara ein politiskur flokkur loyvdur; allir aðrir flokkar eru bannaðir. Flokkurin ger av, hvør verður valevni tess, tá ið valt verður. Veljarar kunnu bara staðfesta uppstillingina. Flokkurin hevur alt politiska valdið í landinum. Gomlu kommunistalondini í Eysturevropa og mong lond í Afrika eru farin frá einflokkaskipan og hava sett fólkaræði í gildi. Summi lond, til dømis Simbabvi (Marxistiski Flokkur Simbabvi) og Sýria siga seg hava fólkaræði, men í verleikanum stýrir ein flokkur, ið tvíheldur um valdið. Ofta stuðlar herurin flokkinum sum til dømis í Burma og í Sýria.