Dixie Carter
| Dixie Carter | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 25. mai 1939 í/á McLemoresville |
| Andaðist | 10. apr 2010 í/á Houston |
| Deyðsorsøk | uterine cancer |
| Alma mater | University of Tennessee, University of Memphis, Rhodes College |
| Starv | sjónleikari, sangari, sjónleikari á palli, sjónvarpsleikari, filmsleikari, raddaleikari |
| Politiskur flokkur | Republikanski Flokkurin |
| Mál | Enskt mál |
| Heimasíða | http://www.dixiecarter.com |
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000057950825 |
| VIAF | 79425017 |
| LCAuth | n95075674 |
| IMDB | nm0141581 |
| Commons | Dixie Carter |
Dixie Virginia Carter (fødd 25. mai 1939 í McLemoresville, Tennessee, doyði 10. apríl 2010 í Houston, Texas) var ein amerikanskur filmsleikari. Hon var best kend fyri at hava spælt við í sjónvarpsrøðini Designing Women (1986-1993). Í 2007 varð hon tilnevnd eina Emmy Award fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini Desperate Housewives. Hon var gift við sjónleikaranum Hal Holbrook frá 1984 til hon doyði, áðrenn tað hevði hon verið gift tvær ferðir fyrr.
Filmar
[rætta | rætta wikitekst]- 1983 Going Berserk - Angela
- 1995 Dazzle - Lydie Kilkullen
- 2001 Big Day - Carol
- 2004 Sadbury
- 2009 The Evening Sun - Ellen Meecham
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]| Ár | Virðisløn | Bólkur | Sjónvarpsrøð ella sjónleikur | Úrslit |
|---|---|---|---|---|
| 1976 | Theatre World Award | Outstanding Actress | Jesse and the Bandit Queen | Vann |
| 1979 | Drama Desk Award | Drama Desk Award for Outstanding Actress in a Play | Fathers and Sons | Tilnevnd |
| 1989 | Los Angeles Women in Film Festival | Excellence in TV Episodic Comedy | Designing Women | Vann |
| 2007 | Emmy Awards | Outstanding Guest Actress in a Comedy Series | Desperate Housewives | Tilnevnd |
| 2009 | SXSW Film Festival | Best Ensemble Cast | That Evening Sun | Vann |
Privatlív
[rætta | rætta wikitekst]Í 1967 giftist hon Arthur Carter, tey fingu tvær døtur saman. Eftir at hon hevði fingið døturnar helt hon frí frá sjónleikaralívinum í 8 ár, fyri at taka sær av børnunum. Umframt tær báðar døturnar átti Arthur eisini trý onnur børn. Tey bæði fingu hjúnarskilnað í 1977. Hon giftist sama ári við sjónleikaranum George Hearn, men tað hjúnarbandið vardi bara í tvey ár, tey fingu hjúnarskilnað í 1979. Í 1984 giftist hon fyri triðju ferð, hesaferð fyri lívið, tað var við sjónleikaranum Hal Holbrook. Í 1996 útgav hon bókina Trying to Get to Heaven, har hon eitt nú greiðir frá sínum lívi við Hal Halbrock, um Designing Women, um plastiskar skurðviðgerðir. Hon er erlig í bókini og sigur m.a., at hon, eins og fleiri onnur kend, hevur nýtt vakstrarhormonið HGH (Human Growth Hormone).
