Divaz

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Divaz er føroyskur tónleikabólkur við royndum tónleikarum og songkvinnum. Songkvinnurnar eru Malan Eyðunsdóttir, Laila Carlsen og Anna Maria Olsen. Tónleikararnir eru Henning Hjalt Nicodemussen á trummum, Jóhan Ziskason á guitar, Bjarki Meitil á bass og Bjarni Lisberg á ljómborði.[1] Divaz hevur m.a. framført á Summarfestivalinum.

Í 2013 var ein av limunum skift út, og bólkurin broytti navn til Flamma. Anna Maria Olsen var ikki við í bólkinum longur, og nýggjur limur var Ann Chanett Danielsen. Nýggi bólkurin Flamma gav út tvey stakløg í 2013, løgini eru av einari komandi fløgu hjá teimum, sum kemur út á sumri 2013.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tonleikur.fo, Divaz
  2. Planet.fo Divaz hava skift navn

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]