Jump to content

Dicuil

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Dicuil ella Dicuilus var ein irskur munkur og landafrøðingur (føddur í seinni helvt av 8. øld), og sum verður roknaður sum ein tann fyrsti at lýsa Føroyar á skrift.

Í umleið 825 gav hann út bókina Liber de mensura Orbis terraeBók um mát jarðarkringsins. Bókin er ein av fyrstu skrivligu keldunum, ið nevnir oyggjar millum Noreg og Grønland. Ein partur av bókini lýsir ein bólk av smáum oyggjum, ið lógu tætt at hvørjum øðrum. "Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men er nú av víkingum oyddar fyri einabúgvum, og er fult av seyði og fugli". Henda lýsing kann væl hugsast at vera av Føroyum.

Brotið, ið hugsast at lýsa Føroyar, ljóðar soleiðis:

  • "14. Har eru nógvar aðrar oyggjar í havinum norðanfyri Bretland, sum kunnu náast úr norðastu oyggjum Bretlands í beinleiðis sigling eftir tveimum døgum og náttum við fullum seglum og vindinum til vildar. Ein gudsóttandi prestur segði mær, at hann í tveir summardagar og náttina ímillum sigldi í einum báti við tveimum bekkum og kom til eina teirra.
  • 15. Hesar oyggjar eru summar smáar, og næstan allar skildar frá hvørji aðrari av smølum sundum; har hava einabúgvar, sum sigldu úr landi okkara Scotia (Írlandi), búð í næstan hundrað ár. Men eins og tær vóru oydnar síðan heimsins byrjan, soleiðis eru tær nú tómar fyri einabúgvar orsakað av norrønum sjórænarum, men tær eru fullar av seyði og sera nógvum ymiskum sløgum av sjófuglum. Eg havi ongantíð funnið hesar oyggjarnar umrøddar í lærdum bókum." (Her eftir: Steingrim Abrahamsen: Staðarnøvn í Mykinesi, s. 29-30, Fróðskapur 2021)


Roynt hevur verið at víst á høvundan sum ein ávísur Dicuil eller Dichull, ið var abbedur í Palacht og føddur um ár 760, men er tað ikki prógvað. Um Dicuil veitst bara, at hann var limur í einum av írsku kleystrunum í frankiska kongaríkinum, og at hann við egnum eygum kendi oyggjarnar nær Onglandi og Skotlandi, t.e. allarhelst Hebridurnar, Orknoyggjar, Hetland og Føroyar: "Eg havi búð á nøkrum av hesum oyggjum," skrivar hann, "farin á land á nøkrum av hinum, eg havi í minsta lagi sæð fleiri av teimum og lisið um hinar".

Millum ár 814 og 816 skrivaði hann eitt verk um stjørnufrøði. Hansara verk um stjørnufrøði er býtt í fýra bøkur í bæði prosa og versi, og yvirlivir í einum einasta útgávu, ið er ogn hjá kleystrunum Saint-Amand, og sum í dag verður varðveitt í Valenciennes.

Í 825 skrivaði hann sítt kendasta verk, Liber de mensura Orbis terrae, ið er um landafrøði. Hetta verk var grundað á verkið Mensuratio orbis, ið var gjørt eftir boðum frá Theodosius II, eystur-romverskum keisara (ár 435), men De mensura Orbis terrae hevur eisini sjálvstøðug virði vegna lýsingar av oyggjunum í Norðuratlantshavi. Teir nýggju partarnir í verkinum eru um Evropa, Asia, Egyptaland og Etiopia, økini á jørðini, tær fimm stóru áirnar, ávísar oyggjar, longd og breidd av tí Tyrrenska havinum, ið liggur millum Sardinia og Sisilia, og tey seks hægstu fjøllini í heiminum, ið mann tá visti um.

Fyri norðbúgvar hevur hansara frágreiðing um munkar, ið høvdu búð í Íslandi í seks mánaðir, stóran áhuga. Frá 1.februar til 1. august 795 vitjaði Dicuil írskar einabúgvar í "Thule", t.e. helst Ísland, "har tað ikki var myrkur at forða einum í at gera tað, ein sjálvur vil".

Bókmentir

[rætta | rætta wikitekst]

Verkini hjá Dicuil vórðu fyri fyrstu ferð prentað sum Dicuili Liber de mensura orbis terrae ex duobus codd. mss. bibliothecae imperialis nunc primum in lucem editus a Car. Athan. Walckenaer (Paris, 1807). Tann seinasta og besta útgávan er tann hjá J.J. Tierney: Dicuil: Liber de Mensura Orbis Terrae, (Dublin 1967).