Changeling

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land USA
Mál Enskt
Sjangra Drama
Leikstjórn Clint Eastwood
Framleiðari Clint Eastwood
Brian Grazer
Ron Howard
Robert Lorenz
Leikrit J. Michael Straczynski
Tónleikur Clint Eastwood
Fíggjarætlan $55 mill. USD
Spælitíð 141 minuttir
Útgávudato USA:
24. oktober 2008
Bretland:
26. november 2008
Avstralia:
5. februar 2009

Changelingføroyskum: Býtisbarn) er ein amerikanskur filmur. Hesin krimi/drama filmurin við Angelina Jolie, John Malkovich og leikstjórnaður av Clint Eastwood, ið var tilnevndur til tveir Academy Award Oscars, er bygdur á eina sanna søgu.

Filmurin byrjar í Los Angeles í Kalifornia, mars 1928, tá Christine Collins (Angelina Jolie), ein einlig mamma, kemur heim og sær, at níggju ára gamli sonur hennara, Walter (Gattlin Griffith), er horvin. Púra frá sær sjálvari ringir hon til politiið og greiðir frá hvat hent er. Fimm mánaðir seinni frættir hon at Walter er funnin í Illinois. Politiið, ið fegnast um at endiliga fáa positivt ummæli, tí teir annars bert verða settir í samband við korruptión og svart samstarv við teir ólóligu. Gleðin hvørvur tú skjótt, tá Christine sigur at drongurin, hon er komin at taka ímóti á tokstøðini, ikki er sonur hennara.

Hvat síðani hendir í filminum er ein rekkja av korruptheitum, hvar politiðið roynir at manipulera Christine til at halda, at "Walter" veruliga er sonur hennara. Hóast hetta er sera torført og sera niðurgerandi fyri Christine, kempar hon sterkt ímóti trýstinum og hevur enn eina vón um at finna son sín.


Leikarar[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið