Angelina Jolie
| Angelina Jolie | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 4. jun 1975 í/á Los Angeles |
| Alma mater | Beverly Hills High School, New York University, Lee Strasberg Theatre and Film Institute, Tappan Zee High School |
| Starv | modell, sjónleikari, philanthropist |
| Trúgv | lapsed Catholic |
| Børn | Shiloh Jolie, Knox Jolie-Pitt, Vivienne Jolie-Pitt, Maddox Jolie-Pitt., Zahara Jolie-Pitt, Pax Jolie-Pitt |
| Foreldur | móðir Marcheline Bertrand faðir Jon Voight |
| Mál | Enskt mál, amerikanskt enskt mál, Khmer |
| Undirskrift |
|
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000121420870 |
| VIAF | 85380888 |
| LCAuth | no98116294 |
| IMDB | nm0001401 |
| Commons | Angelina Jolie |
Angelina Jolie (fødd Angelina Jolie Voight 4. juni 1975 í Los Angeles, Kalifornia) er ein amerikanskur sjónleikari. Hon leikti fyrstu ferð við í einum filmi, tá hon var barn, tað var í 1982, tá hon saman við pápa sínum, Jon Voight, hevði ein leiklut í filminum Lookin' to Get Out. Hon er gift við Brad Pitt og saman hava tey fingið seks børn, harav trý av teimum eru ættleidd.
Angelina Jolie er ST Goodwill-sendikvinna og hevur arbeitt við flóttafólksspurninginum síðan 2002. Í 2007 góvu Angelina Jolie og Brad Pitt 1 mió. dollarar til hjálp til flóttafólkini í Darfur-landspartinum í Sudan, Afrika.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]Angelina Jolie hevur vunnið fleiri heiðurslønir og virðislønir fyri sítt arbeiði sum sjónleikari. Hon hevur m.a. fleiri ferðir vunnið Golden Globe Award.