Jump to content

Capitalism: A Love Story

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Michael Moore í okt. 2004.

Capitalism: A Love Story er heitið á sætta dokumentarfilminum hjá Michael Moore (f. 23. apríl 1954 í Flint, Michigan) og hann verður frumsýndur í New York og Los Angeles tann 23. septembur 2009. Síðan verður filmurin vístur í restini av USA tann 2. oktobur. Enn er ikki vist, nær filmurin kemur hendan vegin. Moore hevur bæði langað út eftir bil ídnaðinum, skotvápnamentanini og Bush stjórnini í Amerika. Nú leypur hann í krovið á landsins fíggjarmynduleikum. Hann fer at snúgva seg um fígggjarkreppuna í heiminum og serliga í USA.

Filmurin er skýrdur at vera tann besti, sum Moore hevur gjørt. Í filminum greiðir Moore frá fíggjarliga skammlopinum, sum í fjør rakti heimin –og serliga Amerika. Í bretska blaðnum The Guardian fær filmurin 4 av 5 stjørnum. Filmurin verður lýstur sum eitt álop á kapitalistisku skipanina, har nakrir fáir gribbar skora vinningin og hava skuldina fyri neyð og armóð hjá milliónum av øðrum. Bankar og kapitalgrunnar eru teir óndu, sum gera so fløktar íløgur, at eingin hevur nakran møguleika at gjøgnumskoða tær. Filmurin er samansettur av søgum frá syndarligum mannalagnum, humori, happenings og filmsbrotum.

Umstríddi Moore eigur fleiri dokumentarfilmar, ið eru hægstir á toplistanum yvir dokumentarfilmar, ið hava vunnið flest filmar inn aftur.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]