Jump to content

Blasfemi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Blasfemi kemur av griska orðinum "blasphemia", ið merkir baktalan. Blasfemi verður ofta skilt sum gudspottan, og lýsur í breiðari merking eina grova niðurgering av onkrum, sum verður sæð sum heilagt í átrúnaðarligum felagskapum. Forboð ímóti blasfemi er at finna í øllum teimum monoteistisku átrúnaðunum - jødadóminum, kristindóminum og islam.

Jødadómurin

[rætta | rætta wikitekst]

Í jødadóminum kanst tú lesa um forboðið í Toraini, sum er heilaga skrift jødanna, og svarar til Gamla Testemantið. Í Exodus í Toraini - sum svarar til 2. Mósebók í kristnu Bíbliunni - kanst tú fyrstu ferð lesa tað jødiska forboðið móti at spotta Gud. Vert er her at leggja til merkis, at eisini ein niðran av leiðaranum í samfelagnum verður sæð sum blasfemi móti Gudi. Hetta møguliga tí, at mann metur autoritetin hjá leiðaranum vera givnan av Gudi.

Forboðið móti blasfemi verður útdjúpað í Leviticus (Triðu Mósubók í kristnu traditiónini). Í hesum teksti verður sagt, at revsingin fyri blasfemi skal verða steining til deyða, líkamikið um talan er um ein, ið hoyrur til ísraelitiska samfelagið ella um tað er ein fremmandur.

Í Leviticus stendur eisini at lesa um ein mann av egyptiskum uppruna, sum verður steinaður uttanfyri býargrensuna, eftir at hava forbannað Gud í einum orðadrátti við ein ísraelsmann. Seinni í jødadóminum verður tað sæð sum blasfemi at úttala Guds rætta navn, YHWH (Yahweh). Forboðið verður kjakast um og útdjúpað í Talmud, sum er ein av sentralu tekstunum í jødadóminum, og snýr seg um etikk, lógir o.t.

Enn í dag verður í jødadóminum kjakast um hvat er blasfemi ella ikki. Eitt gott dømi er tá popstjørnan Madonna í 2005 sang um avdeyðar rabbinarar í sanginum "Isaac". Hetta sóðu fleiri sum grovt blasfemi.

Kristindómurin

[rætta | rætta wikitekst]

Í kristindóminum er forboðið móti blasfemi á nógvar hættir ein víðariføring av tí jødiska. Í Nýggja Testamenti skal Jesus hava sagt, at spottan av andanum er ófyrigeviligt. Útsøgnin ljóðar soleiðis:

- "Tí sigi Eg tykkum: Øll synd og spottan skal verða menniskjum fyrigivin; men spottan móti Andanum skal ikki verða fyrigivin. Og um onkur talar orð móti Menniskjasyninum - tað skal verða honum fyrigivið; men tann, ið talar móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi tíð ella í hini komandi" (Matteus 12, 31-32).

kristindómurin gjørdist tjóðarátrúnaðurin í meginpartinum av Evropa, varð blasfemi gjørt til eina revsiverda brotsgerð. Stóri heimspekingurin Thomas Aquinas sá blasfemi sum vantrúgv. Í verkinum "Summa Theologica" skrivar hann millum annað, at ein brotsgerð móti Gudi er álvarsligari enn morð.

Revsingin fyri at spotta Gud var flesta staðni kropslig. Sambært danskari lóg frá 1683 skuldi tann seki hava skorið tunguna av og høvdið kappað av. Síðani upplýsingartíðina er revsingin fyri blasfemi tó linkað nakað - eisini í Føroyum. Blasfemiparagraffin, sum strangt tikið enn er galdandi, sigur soleiðis:

»§ 140. Den, der offentlig driver spot med eller forhåner noget her i landet lovligt bestående religionssamfunds troslærdomme eller gudsdyrkelse, straffes med bøde eller fængsel indtil 4 måneder.«

Ahmed Salman Rushdie.

Ein kafir er í islamiskari siðvenju ein, ið hevur framt gudspottan (blasfemi). Kafir er soleiðis ein "vantrúgvandi" ella "fornoktari" og sekur í mest álvarsligu syndunum, sum ein muslim kann fremja. Í islam kann tað vera blasfemiskt at seta einhvønn ella eitthvørt við síðunar av ella yvir Allah. Hetta kallast shrik. Tað kann eisini vera blasfemi at tosa niðursetandi um Allah, profetin Muhammed og teir bíbilsku profetarnir - harímillum Jesus. Í islam er tað tó blasfemi at kalla Jesus fyri Guds son, tí hetta er at síðustilla eitt menniskja við Allah.

Eitt av best kendu dømunum uppá blasfemi í islam er sakin um rithøvundan Salman Rushdie, ið varð ákærdur fyri blasfemi fyri sína skaldsøgu "Tey satanisku versini". Táverðandi leiðarin í Iran, Ayatollah Khomeini lýsti fatwa yvir Rushdie, og hetta innibar ein deyðadóm yvir bretska rithøvundan.

Eitt meir núverðandi dømi er Muhammed-tekningarnar hjá Kurt Vestergaard og reaktiónirnar tær høvdu við sær.

Átrúnaðir uttan blasfemi

[rætta | rætta wikitekst]

Tveir av teimum stóru átrúnaðunum í Asia, hinduisma og buddhisma, hava ikki nakað formelt hugtak um blasfemi. Í hinduismuni er einki orð, sum svarar til blasfemi. Hetta kann skiljast í samanhanginum av, at hinduisman er ein savnandi merking av einari rúgvu av ymiskum trúðarrætningum í India, uttan nakra heilaga bók við lógum.

Buddhisman hevur heldur ikki nakað formelt hugtak um blasfemi. Vegurin hjá buddhistunum til frelsu inniheldur tó, at mann skal ikki tosa ringt um heilagar persónar, hvørki frá buddhismuni ella frá øðrum átrúnaðum.

Sjálvt um blasfemi ikki er eitt formelt hugtak í hvørki buddhismuni ella hinduismuni, so eru gudfrøðiligar ósemjur og valdsstríð eisini ein partur av teirra søgu, eins og í jødadóminum, kristindóminum og islam.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið